Skúlafótbóltur aftur á skránni í vár

So er leikskráin fyri Skúlafótbólt í Vági várið 2022 løgd. Byrjað verður tórsdagin 21. apríl, tá 5. flokkarnir fara at spæla í Marghøllini – og spælt verður fram til 16. juni, tá 1. og 2. flokkar spæla í Marghøllini, boða fyriskipararnir frá.

 

Øll umførini verða spæld í Marghøllini, soleiðis at tey, sum hava áhugað, kunnu fara í Páls Høll at svimja.

 

Leikskráin er hendan

 

Tórsdagin 21. apríl: 5. flokkar

Tórsdagin 28. apríl: 6. flokkar

Tórsdagin 5. mai: 10. fl. & miðnám

Tórsdagin 12. mai: 9. Fl.

Tórsdagin 19. Mai: 8. Fl.

Ónsdagin 25. Mai: 7. flokkur

Tórsdagin 2. Juni: 4. flokkur

Tórsdagin 9. juni: 3. flokkur

Tórsdagin 16. juni: 1 og 2. flokkur

 

Tekning fer fram á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo  undir Tilmeldingarskjal – og fyrstu flokkarnir hava longu teknað seg.