Veljarakanningin hjá Sosialinum gevur eina greiða ábending um, at Jóannes Eidesgaard er best umtókti politikari í Føroyum í løtuni.
Hann fær sambært kanningini undirtøku frá umleið 35 prosentum av veljarafjøldini.
Vit hava biðið formann Javnaðarfloksins um eina viðmerking til hesi tølini.
? Eg kenni tað sum eina æru, at so stórur partur av føroysku veljarunum halda, at eg eri skikkaður til at verða Føroya løgmaður og eg vildi eisini fegin komið í ta støðu, soleiðis at eg kundi liva upp til tað, sigur Jóannes Eidesgaard.
? Men tað krevur fyri tað fyrsta, at Javnaðarflokkurin fær eitt gott val og kemur sterkur inn á ting og sjálvsagt mugu vit eisini koma í eina samgongu fyri at tað skal kunna lata seg gera.
Samanlíkna vit undirtøkuna, sum flokkurin fær við ta hjá formanninum, so síggja vit, at formaðurin er væl betri umtóktur enn flokkurin. Men hetta er Jóannes Eidesgaard greiður yvir.
? Tað kann tykjast eitt sindur løgið, men tí má hetta eisini verða ein áheitan til teirra, sum velja aðrar flokkar, men sum halda at eg eri skikkaður til løgmansstarvið.
? Velja tey Javnaðarflokkin sterkan inn á ting, so er í hvussu er væl betri møguleiki fyri, at eg kann liva upp til teirra ynski.
Fólkatingsarbeiði merkist
Sambært veljarakanningini sum SvF gjørdi fyri góðum mánað síðan, tá var undirtøkan hjá Jóannesi Eidesgaard uml. 25% og nú er hon uml. 35. Hvør er frágreiðingin til tað?
? Tað eru so nógv ting sum spæla inn, sigur Jóannes Eidesgaard, men leggur tó dent á fólkatingsarbeiði.
? Tá vit fóru til fólkatingsval, tá gjørdu vit púra greitt, at vit fóru ikki at blanda okkum í danskan politikk og tað lyftið gav ávøkst.
? Høvdu vit brotið hetta lyftið, so høvdu vit heilt vist fingið hetta at føla, men vit hava hildið tað vit lovaðu, og tað sæst aftur.
? Veljarnir eru glaðir fyri støðufastar politikarar og tí hevur støðufesti mítt í fólkatinginum eisini givið avkast, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir eisini á tað, at 65 prosent av veljarunum taka undir við tí støðu hann tók á fólkatingið, meðan bert 20 prosent eru ósamd við tí hann gjødi.
Hjá hinum var tað beint øvut.
35 prosent av veljarunum halda tað var rætt av Óla Breckmann at atkvøða, meðan 50 prosent halda tað var skeivt av honum.
Tað er ikki skeivt
Í londunum kring um okkum hevur tað í longri tíð verið fokusera nógv uppá persónar og tikið verður ofta til, at valstríðið er so amerikaniserað.
Er henda persónsdyrkanin ikki nokksio vandamikil?
? Tað haldi eg ikki. Veljarin hevur krav uppá at vita hvønn politik flokkurin fer at føra, og eg haldi ikki tað er skeivt at veljarin fær at vita, hvør er løgmansevnið floksins.
? Men nakað annað er, at tað hevur ongantíð verið traditión fyri hesum í Javnaðarflokkinum - at koyra ein persón fram.
? Tað hevur altíð verið so, at formaður floksins hevur verið eitt náttúrligt evnið til løgmansstarvið, men vit hava ikki ført tað fram sum nakað serligt.
Jóannes Eidesgaard sigur, útviklingurin í føroyskum politikki vildi tað so at tað kom at snúgva seg um formansevnir.
? Fólkaflokkurin var tann, sum meldaði fyrst út við, at Anfinn Kalsberg var teirra løgmansevni og sambandsflokkurin gjørdi tað sama við Edmundi Joensen og um sama mundið gjørdu vit tað sama.
? Men eg haldi ikki tað er nakað vandamikið í tí.
Leggur upp
til breitt samstarv
Veljarakanningin hjá Sosialinum gevur nakrar ábendingar um hvørjar flokkar veljararnir ynskja at samstarv við.
Sambært kanningini sær út til at teir borgarligu veljararnir fyri tað mesta ynskja at arbeiða saman við borgarligum flokkum, meðan veljararnir vinstrumegin miðjuna ynskaj at arbeiða saman við vinstraflokkunum.
Tá skal eisini sigast, ,at ógvuliga nógvir veljarar eru í iva um hvørjar flokkar teirra skulu samstarva við.
Hvørjar møguleikar fyri samstarvið sær Jóannes í tinginum, um veljarakanningin heldur?
? Eftir okkara meting er neyðugt við einum breiðum samstarvi, serliga á tí ríkisrættarliga økinum, sigur Jóannes Eidesgaard og vísir til uppskot floksins um sjálvstýrislóg.
? Hetta uppskot er eitt gott útgangsstøði fyri samráðingum, sigur hann.
? Hyggja vit eftir tí búskaparliga partinum, so hava Javnaðarflokkruin og Tjóðveldisflokkurin verið mótvekt móti tí borgarliga politkkinum, men tað sær út til at Tjóðveldisflokkurin hevur snarað nógv til høgru í valstríðnum.
? Eitt so breitt samstarv sum gjørligt er sjálvsagt tað best, sigur Jóannes Eidesgaard, sum tó leggur afturat:
? Valið er ikki fyrr enn hósdagin og tað er ikki fyrr enn aftaná, at vit kenna møguleikarnar fyri samstarvi, men kann man kombinera tann búskaparliga partin og tann ríkisrættarliga partin á einum breiðum grundarlag, so er tað sjálvandi tað besta, sigur Jóannes Eidesgaard.
Gjørt eitt stórt arbeiði
Annars heldur Jóannes at veljarakanningin gevur nakrar áhugaverdar ábendingar..
? Til fólkatingsvalið kom ein veljarakanning, sum segði at Javnaðarflokkurin lá á fjórðaplássi, men tá avtornaði vóru vit næstfremstir og tá fingu vit mannin.
? Orsøkin til at vit hálaðu so nógv inn aftur var, at øll gjørdu eitt stórt arbeiði fyri flokkin og tað fara vit at gera enn einaferð.
Áheitan
Jóannes Eidesgaard heldur tað tí verða rætt at koma við eini áheitan nú valstríði er við at nærkast endanum.
? Eg fari at heita á øll tey sum ætlað sær at velja annan flokk, men sum kortini halda meg verða skikkaðan at verða løgmann, um at umhugsa at velja Javnaðarflokkin ístaðin.
? Tað er besti mátin tey kunnu tryggjað sær at eg kann liva upp til ynski teirra um at gerast Føroya løgmaður, sigur Jóannes Eidesgaard.
? Mín áheitan er tí, at tit vísa Javnaðarflokkinum eins stórt álit og tit vísa mær.