Skuldin minkað 21 miljónir í sjey ár

- Hóast hesa góðu gongd verður roynt at halda rakstrarútreiðslunum niðri, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu.

- Mín allar størsti dagur lokalpolitiskt var, tá eg sum borgarstjóri um ársskiftið 2014/2015 tók ímóti próvnum um, at Sands kommuna tá var komin niður um eina álíkning í skuld. Tað fløvar enn meira, at nettoskuldin í dag er komin niður um eina hálva álíkning.

 

Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu. Hann vísir á, at kommunuskatturin í 2015 varð lækkaður við 0,5 prosentum, og kortini vuksu skattainntøkurnar við trimum prosentum hetta árið.

 

Hann sigur, at fyri árið í ár er skatturin aftur lækkaður við 0,5 prosentum, og kortini eru skattainntøkurnar higartil í ár øktar við heili fimm prosentum.

 

- Hóast hesa góðu gongd verður roynt at halda rakstrarútreiðslunum niðri og kommunan hevur - hóast góðu gongdina bæði í ár og í fjør - ikki brúkt eina krónur meira til umsiting. Vit brúka tað, sum vit noyðast at brúka til tað neyðuga, men málið er framvegis at gjalda niður skuld.

 

Í ár hevur Sands kommuna brúkt stívliga fýra miljónir krónur upp á asfaltering, men vegirnir vóru niðurslitnir, og her var stórur tørvur á nýggjum asfalti.

 

- Tá eg tók við borgarstjórasessinum í oktober mánaði í 2009, var nettoskuldin hjá Sands kommunu 27 miljónir krónur, men á nýggjárinum í ár var skuldin komin niður á 6 miljónir krónur. So, vit kunnu ikki annað enn fegnast um góðu gongdina, sum hevur verið í okkara kommunu hesi árini, sigur Brandur Sandoy.