Skúlin í Føroyum skal undirvísa í sólarmyrking

Skúlaverkið í Føroyum eigur at varpa fult ljós á sólarmyrkingina í Føroyum næsta ár

Føroyska skúlaverkið, heilt úr fyrsta flokki til Fróðskaparsetrið, eigur at varpa fult ljós á sjáldsomu og sermerktu sólarmyrkingina, sum verður í Føroyum næsta ár.

Tað heldur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður.

 

Og nú reisir hann enntá málið í løgtinginum, har hann fer at spyra Bjørn Kalsø, landssýrismann í mentamálum, um ætlanin er at fyrireikar nøkur átøk í skúlaverkinum sambandi við søguligu sólarmyrkinginam, sum verður  20. mars næsta ár

Hann spyr eisini um føroyskir skúlanæmingar frá frí hendan sermerkta dagin.

 

Bjarni Djurholm sigur, at klokkan 9.40.12 tann 20. mars, rakar sólarmyrkingin Mykineshólm og fer haðani eysturyvir.

Umleið hálvan annan minutt seinni rakar myrkrið um tað eystasta á Fugloynni og myrkrið varar góðar tveir minuttir.

 

Seinast,  full sólarmyrking var í Føroyum, var 30. juni í 1954.

- Farnu øldirnar vóru fullar sólarmyrkingar í Føroyum í 1424, 1440, 1612 og seinast í 1954.

Í 1733 var sólarmyrking, sum var næstan full.

 

Sólarmyrking er, tá ið mánin stendur ímillum sólina og jørðina, soleiðis at jørðin kemur í skuggan av mánanum.

Tá ið sólarmyrkingin er full, verður myrkt eina løtu, og so verður ljóst aftur.

 

- Fullar sólarmyrkingar eru ógvuliga sjáldsamar og restina av hesum áratúsundinum verða bara tvær fullar sólarmyrkingar afturat í Føroyum.

- Sambært NASA verða tær 26. mai 2245 og 7. september 2974.

 

Sostatt er sólarmyrkingin næsta ár eitt sera sjáldsamt náttúrufyribrigdi og tað eigur skúlaverkið at varpa ljós á, sigur Bjarni Djurholm.