Vit skulu hava ein fastan móðurmálsdag um árið. Tað heldur Gunnvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Tí hevur hon nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at vit skulu hava ein fastan móðurmálsdag, og tað skal vera 25. mars. Og tað er ikki av tilvild, at hon vil hava hann 25. mars, tí hendan dagin í 1819 var V. U. Hammersheimb, ofta kallaður faðirin at føroyska skriftmálinum, borin í heim.
- Føroyska málið er undir støðugum trýsti, so hvørt nýggj øki koma inn á okkum, sum bara eru á útlendskum máli, sigur Gunnvør Balle. - Tað er eitt støðugt átak at menna føroyskt, og tað verður ikki bíligari við tíðini, nú allir hugsandi miðlar koma floymandi, og allur heimurin er komin inn í hvørt hús, leggur hon afturat. Ásanna vit ikki hetta, verður føroyskt eitt mál, sum bara røkkur í fortíð og ikki framtíð, heldur hon - Tí hava vit brúk fyri einum móðurmálsdegi at gera vart við tann týdning og tey virði, sum liggja í móðurmálinum.
Hon vísir á, at í 2010 ætlaði mentamálaráðið , at 25. mars skuldi vera Móðurmálsdagur, og at ein Málrøktaravirðisløn kundi verða latin henda dag. Tað var eftir tilmæli frá Føroysku málnevndini, men ongin móðurmálsdagur hevur verið hesi bæði seinastu árini. Tí heldur Gunnvør Balle, at landsstýrið beinleiðis skal lýsa 25. mars sum almennan móðurmálsdag og seta nakrar leiðreglur upp fyri, hvussu dagurin verður hildin. - Tað er tó umráðandi, at dagurin ikki bara verður hildin í Havn, men um alt landið, har dagstovnar, skúlar og mentanarstovnar annars, skulu eggjast til at varpa ljós á móðurmálið hendan dagin, ella kanska alla vikuna, sigur Gunnvør Balle
|