Í allar nærmastu framtíð skulu allir býráðslimir á Tvøroyri og stigtakararnir til nýggjan fótbóltsvøll inni í Trongisvági, hittast á kunnandi fundi um ætlanina. Tað er úrslitið av býráðsfundinum í kvøld, har eisini ætlanin um nýggjan fótbóltsvøll var til umrøðu.
Tað kom fram, at samskiftið millum partarnar hevði ikki verið nóg gott og tískil skulu partarnir nú hittast á fundi, har stigtakarar kunna býráðið um ætlanina og býráðið kunnar stigtakararnar um møguleikarnar og hvørji viðurskifti greiða má fáast á, áðrenn loyvi kann gevast at gera vøllin.
Eftir at siðvandi vøllurin á Sevmýri er koldømdir, hava gamlir TB spælarar tikið seg saman og hava stovna sjálvognarfelag við tí endamáli at gera nýggjan vøll og hann hava teir lagt niðanfyri skúlan og ítróttarhøllina í Trongisvági.
Men tað er eitt øki, sum verður nógv brúkt í dag í sambandi við dagrøkt og skúla og verður tað tikið til fótbóltsvøll, skal ein onnur loysn finnast fyri tað virksemi, sum er har frammanundan.
Og tað fær kanska eisini fíggjarligar avleiðingar fyri kommununa.
So hóast allir býráðslimir heilsaðu stigtakanini til nýggjan vøll vælkomnum, og søgdu seg sinnaðar at virka fyri eini loysn, gjørdu teir eisini greitt, at nógv viðurskifti máttu kannast til botns, so at allar avleiðingar fyri annað virksemi, verða lýstar og nágreinaðar, áðrenn loyvi verður at staðseta vøllin akkurát har.
Eftirgjørda myndin vísir, hvussu vøllurin tekur seg út niðanfyri skúlan í Trongisvági.