Skumpaður um girðingina

Sjónband: Bóltadrongur hjá AS Roma fekk av at vita frá spælaranum.

Ein ungur drongur kom út fyri einari margháttiligari hending, tá ið hann var bóltadrongur í Champions League-dystinum ímillum italska AS Roma og ukreinska Shakhtar Donetsk á Stadio Olimpico í Rom týskvøldið.


Shakhtar Donetsk var aftanfyri 1-0 og hevði fyri neyðini at fáa eitt mál, og tá ið 10 minuttir restaðu í av dystinum var tolið um at vera uppi hjá argentinska Shakhtar Donetsk-spælaranum, Facundo Ferreyra.


Somikið stóran skund hevði hann, at hann rann til ein bóltadrong eftir einum bólti, og hann gjørdi ikki mætari enn at geva hesum bóltadronginum eitt skump. Endin var, at drongurin datt um girðingina.


Dómarin, spanski Alberto Undiano, gav Facundo Ferreyra gula kortið fyri gerðina. Bóltadrongurin, Matteo Cancellieri, ið sjálvur spælir við U16-liðnum hjá AS Roma, hevur fyrigivið Shakhtar Donetsk-spælaranum.


- Takk til tykkara, ið hava hugsað um meg. Tíbetur havi eg tað gott. Hetta var ein hending, sum íkom eftir eitt brádligt illsinnisgleps. Hann er bara eitt menniskja, skrivar Cancellieri á instagram sambært Football Italia.


Sjónband av hendingini sæst omanfyri!


Við 1-0-sigrinum og 2-2 samlanlagt hevur AS Roma spælt seg víðari til fjórðingsfinaluna í Champions League. Lutakastið verður í morgin.