?SKYN? selir bert hús við óheftari støðulýsing

Nú sær út til at koma broyting í á sethúsamarknaðinum í Føroyum. Nýggja sethúsameklarafelagið hjá Føroya Banka, Skyn, setir sær sjálvum sum minsta krav, at ein óheft støðulýsing skal fylgja við, hvørja ferð ein ogn verður seld. Tað verður Landsbyggifelagið, sum skal gera óheftu støðulýsingina Føroya Banki hevur storvnað eitt nýtt húsameklarafelag, sum eitur Skyn. Felagið fer at húsast í hølunum í Tórsgøtu, har Sethúsasølan higartil hevur havt til húsa.

Felagið bjóðar fjølmiðlum á gátt í morgun at greiða frá nýggja felagnum, men boðar samstundis frá, at felagið ætlar at gera ognarmarknaðin meira gjøgnumskygdan fyri at skapa størrri trúvirði millum allar partar.

- Vit seta okkum sjálvum sum krav, at ein óheft støðulýsing skal fylgja við, hvørja ferð ein ogn verður seld, sigur felagið í fráboðanini til fjølmiðlarnar.

Nógv hevur verið frammi í fjølmiðlunum í seinastuni um keyp og sølu av bústøðum. M. a. hevur verið víst á, at lógargrundarlagið viðvíkjandi keyp og sølu er ófullfíggjað, og at tilvildin tí ofta ræður. Hetta sigur nýggja felagið seg vilja broyta.

Stjóri í nýggja bústaðarmeklarafelagnum er Torgun Davidsen, sum er útbúgvin húsameklari.