Mánadagin í seinastu viku var liðin fjórðingsøld, síðani skálamenn mannaðu sín part av sløkkiliðnum á Skálafjørðinum. Stutt frammanundan høvdu fýra kommunur gjørt av at stovna eitt felags sløkkilið og fyri skálamenn hevur eftir øllum at døma verið talan um eitt gott arbeiðspláss, tí enn hevur bert ein av átta lagt frá sær
Sveinur Tróndarson
Øll ræðast tankan um eld og tann skaða hann kann gera. Men kortini eru nógv, sum dagliga starvast við at berjast móti hesum henta tænara, sum kortini kann gerast so vandamikil, tá ein ikki hevur tamarhald á honum.
Í størru býunum, t. d. í Havnini, er starvið, sum sløkkiliðsmaður, fulltíðarstarv, men á Skálafjørðinum er sløkkiliðið, enn sum áður, meiri og minni sjálvboðin arbeiðsmegi.
Felags fyri allan fjørðin
Tað var í apríl mánaði í 1975, at tær fýra kommunurnar við Skálafjørðin, Runavíkar, Tofta, Stranda og Skála kommuna samdust um at stovna eitt felags sløkkilið undir heitinum Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið, stytt SKS.
Fyrsti bilurin fekk basa á Skála, meðan onkrar av hinum kommununum høvdu buss við sløkkiútgerð tøkan. Seinni er ein sløkkibilur komin í Runavík, og tað gevur borgarunum eina betri trygd.
Tann 22. mai í 1975 heitti bygdarráðið á Skála á átta menn um at taka á seg starvi sum sløkkiliðsmaður. Teir vóru Andras Hansen, Petur Christian Rasmussen, Kaj Olsen, Hilmar Joensen, Jóannes Thomsen, Dánjal J. Joensen, Dánjal Jacobsen og Ólavur Berg.
Hesir menninir átóku sær uppgávuna og væl man hava borið til at samstarvað, tí teir eru allir, uttan ein, í starvi enn. Dánjal Jacobsen mátti fyri góðum fimm árum síðani leggja frá sær av heilsuávum, og í hansara stað kom Vilhelm M. Olsen.
Sera gott samstarv
Tað er Jóannes Thomsen, sum er leiðari fyri sløkkiliðið á Skála, og hann minnist, at tað var eitt sindur buldrasligt tað fyrsta árið.
- Vit høvdu ikki færri enn átta útrykningar tað fyrsta árið. Eg haldi, at fólk ynsktu sløkkiliðið har pipari grør, tí knappliga fór alt at brenna, sigur hann og smílist.
Síðani hevur verið eitt sindur meira lagaligt.
Samanlagt heldur hann, at sløkkiliðið á Skála hevur verið úti upp í móti 100 ferðum, og tað er ikki alt, sum hevur verið so tespiligt.
- Nei, fór ólukkan, sigur hann.
Síðani sløkkkiliðið varð stovnað, eru arbeiðsuppgávurnar broyttar rættiliga nógv. Í fyrstani var fyri tað mesta talan um sløkkiuppgávur, og tá var tað um allan fjørðin. Soleiðis er tað ikki heilt í dag, tí nú halda teir seg á vestara armi, um ikki teir fáa boð úr Runavík at koma at hjálpa. Samstundis leggjast aðrar uppgávur til, so í dag virkar sløkkiliðið líka nógv, sum eitt bjargingarfelag.
- Nú fáa vit áheitanir um at pumpa skip ella at hjálpa til, tá stormskaðar eru, og tað gera vit fegnir. Tað skal ikki misskiljast, men vit hava ikki havt alla ta neyðugu útgerðina, men tað er við at koma, sigur hann.
Eitt annað, sum ger tað lættari at vera sløkkiliðsmaður í dag eru brandpostarnir.
- Í byrjanini var ikki ein brandpostur og tá máttu vit demma í áum og pumpa úr sjónum, tá vit vóru úti. Nú eru brandpostar so at siga allastaðni og tað ger tað meira arbeiðsligt, sigur Jóannes.
Allir arbeiddu á Skála
Tað er eingin loyna, at tíðirnar eru nógv broyttar hesi 25 árini síðani SKS varð stovnað. Hetta merkist eisini á sløkkiliðnum á tann hátt, at tað ikki er so lætt at fáa fatur á sløkkimonnunum, sum tað var fyrr.
- Í »gomlum« døgum arbeiddu næstan allir sløkkiliðsmenninir á vestara armi á skipasmiðjuni, men tað gera teir ikki longur. Tá var næstan nóg mikið at ringja á Skipasmiðjuna, tí so nógvir mans vóru har, men í dag ferðast nógvir við arbeiðinum, og tað ger tað eitt sindur truplari, greiðir Jóannes Thomsen frá.
Kortini vísa menn ein sera stóran vilja at vera við í arbeiðinum. Men hóast vilja og evnir, so kunnu nakrir í sløkkiliðnum á Skála ikki renna undan, at tað um ikki so langa tíð verður brúk fyri nýggjum monnum og Jóannes vónar, at aðrir standa til reiðar at taka yvir.
- Onkrir okkara fara um ikki so langa tíð at leggja frá okkum, og so vóna vit, at tað ber til at fáa nýtt fólk, sigur hann.
Umstøðurnar eru eisini eitt sindur batnaðar, tí í dag fáa sløkkiliðsmenninir eina fasta samsýning um mánaðin, um hon ikki er so stór.
- Fyrr fingu vit fyri mista arbeiðstíð tá vit vóru úti í sløkkiørindum og tá vit høvdu venjingar, greiðir Jóannes frá.
Venja eina ferð um mánaðin
Tað sigur seg sjálvt, at tá tú arbeiðir sum sløkkiliðsmaður, er tú noyddur til at halda vitanina við líka og kanna um útgerðin virkar sum hon skal. Tað gera teir eisini og í miðal hava teir eina venjing um mánaðin.
- Um veturin er eingin trupulleiki at savna fólk til venjingar, tí tá eru teir flestu heima. Men um summarið kann tað vera meira trupult, tí tá hendir tað seg meiri enn so, at menn fara á flot. Men tað mugu teir eisini hava loyvið til og tí hava vit avtalað nær venjingarnar skulu vera. Tað ger tað lættari at halda skil á hjá øllum, sigur Jóannes.
Og m. a. tí kunnu fjarðbúgvar sova trygt um náttina við vitanini um, at hendir okkurt, eru sløkkiliðsmenninir í SKS til dystin fús. Báðu megin fjørðin _