ST-aðalfundurin hevur við stórum meiriluta samtykt eina áheitan um at brúka heimskort, sum vísa støddina á heimspørtunum rættari.
164 lond atkvøddu fyri uppskotinum. USA var einasta landið, sum atkvøddi ímóti, meðan Estland, Georgia, Litava, Moldova, Serbia og Ukraina lótu vera við at greiða atkvøðu.
Samtyktin er ikki bindandi og bannar ikki gamla Mercator-kortinum. Hon heitir kortini á stjórnir, skúlar, altjóða felagsskapir og aðrar stovnar um at brúka Equal Earth-kortið, tá rætta støddarlutfallið millum lond og heimspartar hevur týdning.
Grønland verður nógv minni
Mercator-kortið varð ment í 1569 sum eitt amboð til sjóferðslu. Tað varðveitir ættir og vinklar, men økir munandi um økini nær pólunum. Tí síggja Grønland, Norðuramerika og Evropa nógv størri út, enn tey veruliga eru í mun til øki nær ekvator.
Á einum Mercator-korti kunnu Grønland og Afrika tykjast næstan javnstór. Í veruleikanum er Afrika umleið 14 ferðir størri enn Grønland.
Equal Earth-kortið varð ment í 2018. Hon varðveitir víddarlutføllini, so ein fermetur í Afrika hevur sama lutfalsliga pláss á kortinum sum ein fermetur í Grønlandi. Eingin fløt heimsmynd kann tó varðveita bæði stødd, skap, frástøðu og ættir fullkomiliga.
Uppskotið varð lagt fram av Togo vegna afrikanska bólkin í ST og hevði stuðul frá Afrikanska Samveldinum.
##med2##
Á Equal Earth-kortinum síggjast heimspartarnir við røttum støddarlutfalli. Afrika er umleið 14 ferðir størri enn Grønland, hóast tey ofta síggja næstan javnstór út á vanliga Mercator-kortinum. Blái liturin vísir nýggja kortið, reyði litur vísir vanliga heimskortið, vit kenna.
Keldur: ST-frásøgn um samtyktina, AP og Afrikanska Samveldið.












