Á vári í 2002, á leið í apríl, byrjaði av álvara sonevnd føroysk bylgja í Íslandi. Byrjanin var fløgan hjá Týr, har Ormurin Langi rættiliga gjørdi um seg í Íslandi og enn er hon gerandiskostur í íslendskum útvørpum og í sjónvarpi.
Heimildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð, ið fylgir væl við á tónleikaøkinum og eisini hevur tokka til føroyskan tónleik, sigur at Týr í Íslandi hava selt eini 3000 eintøk av fyrstu fløguni. Hann umboðar føroyskar fløgur í Íslandi og til Føroysku Dagarnar í Ólafsvík herfyri seldi hann eina rúgvu av føroyskum tónleiki, yvir 100 fløgur við nøvnum sum Týr, Eivör, Clickhaze, Harkaliðið, Impulz, Springs, Hanus, Enekk og mongum øðrum.
Jens metir, at føroyskir tónleikarar eiga at hava hetta í huga. Íslendingar hava ikki hug at hoyra føroyingar syngja á enskum, men vilja hoyra føroyskan tónleik á føroyskum máli.
Íslendsk bløð høvdu eisini á máli til Prix Føroyar finaluna, at heldur nógv var á enskum og mettu bløðini, at eisini aðrir útlendingar leita eftir føroyskum tóneliki á føroyskum.Sum dømi tekur Jens íslendska bólkin Sigur Rós, sum íslendingar eru stoltir av. Bólkurin hevur íslendskt navn og syngur á íslendskum, men hevur um heimin selt yvir eina milión eintøk av hvørjari av tveimum teirra síðstu fløgum.Í USA komu teir høgt á hittlistan og merkir hetta, at Sigur Rós har er størri enn Bjørk.
Bjørk syngur annars ongantíð á enskum, tá hon framførur í Íslandi, sigur Jens.Hon yrkir eisini sínar sangir á íslendskum og umsetur so til enskt mál, tí tað er so nógv hon hevur hug at siga útlendingum um norðurlendska guðalaæru og annað.
Nýggja fløgan hjá Týr er eisini væl móttikin í Íslandi og Ras 2 hevur fløguna sum Album of the week. Tað merkir, at nógv verður spælt og spurnarkappingar og burturlutingar eru í samnband við útgávuna.Bløðini skriva eisini dúgliga um fløguna og hevur hon í einum blað fingið 4 stjørnur av 5 møguligum.
At bylgjan ikki hevur lagt seg sæst í íslendskum bløðum og tónleikabløðum. T.d. er juli útgávan av Sánd merkt av føroyskum tónleiki,Um G! festival, nógv um Týr og Eivør Pálsdóttir.
Eivør er stórt navn í Íslandi og hevur prýtt forsíðurnar á øllum bløðunum. Íslendingar bíða nú spentir eftir nýggju fløguni, har íslendskir tónleikarar leika við.Jú, enn slær føroyska bylgjan framvið klettum Íslands, staðfestir Jens Guð, tónleikafjeppari og Føroyavinur.