Samrøða
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
- Tað er ræðuligt, at man einki veit. At man einki hevur at fyrihalda seg til. At man hvørki veit, hvat er hent, ella hvar hann er.
18 ára gamla Kirstin Hansen tosar róliga. Av og á leitar hon eftir orðunum, men ljósu eyguni líta fast at mær, meðan hon greiðir frá, hvussu hon hevur upplivað hesar seinastu mánaðirnar.
Tað var tann 5. november í fjør, at pápi hennara, Dánjal Petur Hansen, hvarv. Síðani hevur verið leitað eftir honum á øllum hugsandi støðum, men hann er ikki komin afturíaftur. Nakrar dagar eftir, at Piddi, sum hann vanliga varð nevndur, varð eftirlýstur, handtók løgreglan ein mann og skuldsetti hann fyri at hava dripið Pidda. Síðani hevur løgreglan arbeitt út frá teoriini um, at Piddi varð burturbeindur av hesum manni, sum framvegis situr varðhaldsfongslaður.
- Tá eg síggi ein lítlan, myrkhærdan mann, so hugsi eg, at tað er babba, sum endliga er afturkomin. Men næsti tankin er, at hann jú ikki er her longur.
Kirstin minnist tann dagin, tá pápin hvarv.
- Vit hildu, at hann kanska var farin at ferðast. Tað hevur hann gjørt onkuntíð fyrr. So hóast hann ikki var heima, so var eg ikki bangin, minnist hon.
Gerandisdagurin gekk sína gongd, uttan at hon hugsaði meiri um tað. Men ein dagin hoyrdi hon í útvarpinum, at pápi hennara var eftirlýstur.
- Eg fekk ein skelk av at hoyra tað í útvarpinum. Tey høvdu nokk ikki viljað fortalt mær tað áðrenn, fyri at verja meg og ikki gera meg bangna. Men tá hugsaði eg: okey, so er tað veruliga álvarsamt við babba.
Hon koyrdi út til Runavíkar til húsini hjá pápanum, men har var eingin.
- Vit royndu so at gera tað, vit kundu. Koyrdu runt og hongdu plakatir upp og sóknaðust eftir honum allastaðni, har hann kanska kundi verið, greiðir Kirstin frá.
Hon sigur, at tað hevur hjálpt henni at vita, at hon beinanvegin gjørdi alt, hon kundi, fyri at leita eftir pápanum.
Eftir eina tíð fekk familjan boðið at tosa við ein sálarfrøðing eina ferð um vikuna. Kirstin tók av tilboðnum.
- Eg veit ikki, um tað hjálpir mær her og nú. Eg havi sjálvandi framvegis eitt stórt sár av øllum tí, sum er hent. Men samrøðurnar við sálarfrøðingin eru nokk sum eitt plástur, sum verður lagt út yvir sárið. Eg vænti, at tað við tíðini fer at verða gott fyri meg, at eg havi fingið sálarfrøðiliga hjálp beinanvegin, sigur Kirstin hugsunarsom.
Kenna skuldsetta so væl
Men tað er ikki bara tað, at Kirstin hevur mist pápa sín. Málið er so sera fløkt. Piddi Hansen er horvin. Politiið heldur, at hann er myrdur. Og tann maðurin, sum mamman hevur hildið saman við eftir hjúnarskilnaðin frá Pidda, er skuldsettur fyri morðið.
- Hetta er so ótrúliga ringt at skilja. Tann skuldsetti gekk og mól inni hjá okkum og var so fittur. Og eg havi hildið meg kent hann. Hann hevur koyrt tær yngru systrarnar í skúla, og hann hevur koyrt meg til arbeiðis fleiri ferðir. Hann hevur brúkt bæði tíð og pengar uppá okkum, greiðir Kirstin frá.
Hon minnist, at tá hann byrjaði at koma saman við mammuni, var hon skeptisk.
- Tá tey komu saman, var tað ikki meiri enn eitt gott ár síðani, at mamma og babba vóru skild, so eg helt tað vera ringt, at hon fór víðari so skjótt. Mær dámdi tað ikki, og tí dámdi mær heldur ikki hann. Men hann prógvaði fyri mær, at hann var ókey - helt eg. Og vit funnu væl útav tí nú móti endanum, minnist Kirstin.
Í øllum hesum málinum er tað hetta, sum hevur kløkkað hana mest. At hesin maðurin skuldi verða skuldsettur fyri morðið á pápan. Tí eisini eftir, at Piddi var horvin, var hann fleiri ferðir inni á gólvinum hjá teimum.
- Eitt er, at tað er morð. Men at hann av øllum skuldi verða skuldsettur - tað komi eg aldrin at skilja, staðfestir Kirstin.
Torføra støðan ger, at Kirstin stríðist við ringa samvitsku. Hon kann ikki lata vera við at hugsa, um tað er nakað, sum hon kundi havt gjørt fyri at forða tí, sum hendi. Men hon lastar ikki mammuni nakað.
- Eg veit, at slaturin eisini hevur snúð seg um mammu. Men tað fái eg meg ikki at trúgva. Hetta broytir als einki millum meg og mammu. Tað skal meiri til enn slatur, fyri at eg eisini skal missa mammu mína, slær Kirstin fast.
Ringa samvitsku
Í fyrstuni, beint tá pápin hvarv, vóru fólk inni á gólvinum alla tíðina.
- Eg helt tað var gott, at so nógv fólk vístu okkum, at tey eru góð við okkum. At tey vóru har. Men nú er tað sum um, at fólk eru farin víðari. Tað eru langt frá eins nógv fólk og vitja okkum longur.
Kirstin sigur, at hon í fyrstuni hevði ilt av, at fólk góvust at støkka eins nógv inn á gólvið. At tey fóru víðari í lívinum. Men nú heldur hon tað vera gott, tí tað er eisini deiligt hjá familjuni at fáa frið.
Og Kirstin er eisini so smátt farin til verka í gerandisdegnum. Hon er farin aftur til arbeiðis á Bakkafrost og er byrjað at koma út aftur millum fólk.
- Eg eri enn troytt og havi lítla orku. Tað var gott at koma aftur til arbeiðis ístaðin fyri at sita inni við øllum mínum tonkum, men eg havi eisini ringa samvitsku um at vera farin aftur til arbeiðis. Tí burdi eg ikki heldur sitið inni og syrgt?
Seinasta samrøðan
Kirstin nevnir tó eina høvuðsorsøk til, at hon er komin so mikið langt: nevniliga tónleikin.
- Tónleikurin hevur verið tann besta terapiin fyri meg hesa tíðina. Eg havi skrivað tónleik, heldur enn at skriva dagbók, og tað hevur hjálpt mær væl, greiðir Kirstin frá.
Í september 2011 gjørdist hon ársins songrødd, og hon var so smátt byrja at spæla úti á café'um og barrum, tá pápin hvarv.
- Tað, at fáa sungið og spælt allar kenslurnar út, hevur hjálpt mær ómetaliga nógv. Eg havi havt ilt við at seta orð á alt, tá eg skuldi tosa um tað, men tað hevur verið nógv lættari hjá mær at syngja tað út. Og við hesum vóni eg eisini at kunna hjálpa øðrum, sum hava mist. Fólk kunnu relatera til sangir og skilja, at tey ikki eru einsamøll í eini svárari støðu. Tónleikurin fangar fólk á ein heilt annan hátt enn orð.
Men umframt, at Kirstin sjálvari dámar so ómetaliga væl at syngja og spæla, so hevur hon eisini ein aðra drívmegi til tónleikin.
- Seinastu ferð eg tosaði við babba, høvdu vit eina so sera góða samrøðu. Eg ivaðist eitt sindur, um eg skuldi satsa uppá ítróttin, sum eisini hevur fylt nógv í mínum lívi, ella um eg skuldi satsa uppá tónleikin. Babba segði mær, at ítróttin kundi eg bara íðka í eitt ávíst áramál, men tónleikin fór eg at hava alt lívið. Hann stuðlaði mær 100% í tónleikinum.
- Hann segði, at eg kundi alt, sum eg vildi. At eg skuldi gera tað, sum eg brendi fyri. Hann segði mær, at hann var góður við meg og bað meg satsa uppá tónleikin. Tá eg fór avstað, var eg sjálvandi glað, men farnu tíðina havi eg hugsað nógv um hesa seinastu samrøðuna. Beint nú er tað hendan samrøðan, sum pumpar blóð í mínar æðrar. Tankin um hana uppmuntrar meg. Tí eg veit, at babba vildi hava meg at gera tónleik og syngja. Eg veit, at hann ynskti, at eg skuldi fylgja mínum dreymum.
So tað ger Kristin nú. Hon er so smátt farin at framføra ymsastaðni í Føroyum, tó serliga í Havnini, saman við Oddmari Nielsen, sum hon hevur spælt nógv saman við.
Slaturin tað ringasta
Men hóast Kirstin so smátt er vend aftur til gerandisdagin, so er tað bestemt ikki lætt.
- Tað ringasta er slaturin. Eg veit, at Føroyar eru eitt lítið land, og eg veit, at fólk hava lyndi at práta um okkum. Men eg haldi, at fólk áttu at hugsað seg eitt sindur betur um.
Kirstin nevnir sum dømi, at tað í heilum kemur fyri, at fólk koma yvir til hennara, fyri at fortelja henni nýggjastu søgurnar, sum nú ganga millum manna. Øll í familjuni hava upplivað tað sama.
- Hvat skulu vit brúka hasar slatrisøgurnar til? Hví skal eg vita, hvat fólk siga? Vit hava samband við løgregluna, og vit vita, hvat vit hava at fyrihalda okkum til. At hoyra hesar til tíðir óreinu slatrisøgurnar er sum at fáa salt í sárið.
Kirstin greiðir víðari frá, at tað eisini er ein ovurhonds stórur áhugi fyri familjuni. Hon merkir eisini stóra forvitnið persónliga.
- Tað er ótrúliga óbehagiligt, at fólk eru so áhugað í, hvat eg geri, hvørjum eg fylgist við, og hvat eg sigi. Eg kendi meg noydda at sletta mín facebookprofil, tí tað komu so nógv fólk inn at sneyta. Eitt er, at fólk eru bekymrað, men nakað heilt annað er, tá fólk bara eru forvitin og slatursinnað.
Kirstin sigur, at tað meiri enn so er komið fyri, at hon hevur hoyrt fyri ting, sum hon hevur sagt ella skrivað á facebook, síðani pápin hvarv.
- Hetta er so óveruligt. Og tað eru dagar, har eg veruliga haldi, at babba bara er farin at ferðast. Hetta er sum at liva í einum filmi, har onkur annar hevur sett pallin upp og bara slept okkara familju inn í søgugongdina. Men so rennur veruleikin knappliga fram fyri meg.
- So sjálvandi hugsi eg ikki púra klárt nú, eg eri ill, kedd, skuffað, frustrerað og alt annað, sum hoyrir hesi støðuni til. Men eg haldi ikki, at fólk hava rætt til at blanda seg uppí, hvat eg geri og hvussu eg reageri. Onkuntíð kennist tað, sum høvdið er um at bresta, tí hetta yvirdrivnað forvitnið fer langt út um mark.
Kirstin sigur, at sjeikurin og verforeldrini, sum hon býr hjá, hava verið fantastisk. Familjan og vinirnir hava eisini hjálpt henni væl. Og so tónleikurin. Men Kirstin kemur aldrin yvir alt tað, sum er hent hesar seinastu mánaðirnar.
- Hevði eg bara fingið svar. Hví? Hvat hendi? Og hvar er babba?
Kirstin situr hugsunarsom eina løtu. - Hví er kanska ikki so týdningarmikið, tí eg veit, at ongin grund nakrantíð fer at vera nóg góð til, at babba ikki skal vera her nú. Hann var eitt gott menniskja, og hann var so ræðuliga góður við okkum. Men høvdu vit bara fingið at vita, hvar hann er...