Íslendingar fingu javnt í sonnum gysara

Tað hevði stóran týdning fyri Danmark at vinna dystin ímóti Íslandi í dag, men í síðsta sekundi varð sigurin tikin frá dønum.

 

Danmark var annars frammanfyri 32-31, men í síðsta sekundi fekk Ísland brotskast. Snorri Gudjónsson var ósvitaliga tryggur og javnaði til 32-32, sum eisini var úrslitið. Danmark var annars frammanfyri 18-17 í steðginum.

 

Við javnleikinum hevur Ísland nú tryggjað sær sæti í fjórðingsfinaluni, meðan Danmark enn ikki hevur tryggjað sær víðari luttøku. Danmark møtir Týsklandi í tí síðsta dystinum. Um Danmark tapir, og Russland vinnur sín dyst ímóti Suður Korea, so er Danmark úti av kappingini.

 

Danmark: Jesper Nøddesbo 6, Kasper Sarup 5, Lasse Boesen 5 og Bo Spellenberg 5

 

Ísland: Snorri Guðjónsson 8, Guðjón Sigurðsson 6, Ólafur Stefánson 5

 

1. Suður-Korea 6 stig

2. Týskland 6 stig

3. ÍSLAND 5 stig

4. DANMARK 4 stig

----------------------

5. Russland 3 stig

6. Egyptaland 1 stig

 

Mánadagin:

 

DANMARK-TÝSKLAND

ÍSLAND-EGYPTALAND

Russland-Suður-Korea