Íslendingar streyma til Noregs

Fyri meiri enn 1100 árum síðani rýmdu norðmenn til Íslands, men nú gongur streymurin tann øvugta vegtin Tað skrivar norska tíðindastovan NTB, sum veit at siga, at síðani ársbyrjan eru 260 íslendingar fluttir til Noregs at búgva, og at tað er líka nógv sum alt árið í fjør.

Kortini verður hildið, at tað veruliga talið er nógv størri. Íslendingafelagið í Noregi vísir á, at íslendingum nýtist ikki at boða frá flyting fyrr enn seks mánaðiir eftir, at teir eru komnir til Noregs, og felagið heldur, at umleið 2.000 íslendingar hava leitað sær til Noregs undan fíggjarkreppuni har.

Av teimum munnu umleið 1.000 vera í Oslo, heldur felagið.