?Fleiri íslendingar hava seinastu tíðina sagt mær, at teir als einki høvdu havt ímóti einum føroyskum banka í Íslandi, sigur Gunnvør Balle, sendikvinna Teir eldru íslendingarnir hava ikki gloymt vinarbondini millum Ísland og Føroyar, men tað høvdu teir ungu. Inntil fyri nøkrum mánaðum síðani, væl at merkja,
Gunnvør Balle, sendikvinna føroyingar í Íslandi verður dagliga mint á tað takksemi, sum íslendingar sýna føroyingum í hesum døgum.
-Føroyingar eru okkara einastu vinir, eru tað fleiri, sum hava sagt mær, sigur Gunnvør Balle.
Ynskja sær banka
Tá tað frættist, at Føroya Banki var ein av teimum tíggju bankunum, sum íslendska stjórnin hevði valt at samráðast við, nú íslendski Spron-bankin er lýstur til sølu, fegnaðust nógvir íslendingar.
-Teir flestu vanligu íslendingar ynskja sær ein vanligan banka, sum kann taka sær av at vanligum bankavirksemi, sigur Gunnvør Balle.
-Og hevði talan verið um ein føroyskan banka, so hevði tað ikki gjørt støðuna verri, eru tað fleiri íslendingar, sum halda, leggur hon afturat.
Tað er serliga lánið upp á 300 milliónir krónur, sum føroyingar hava veitt íslendingum, ið hevur skapt hesa ovurhonds virðing fyri føroyingum, men tað er ikki støddin á láninum, sum er avgerandi, sigur sendikvinnan.
-Tað, at eitt annað land hevur álit á Íslandi í hesum torføru tíðum, hevur alt at siga, og høvdu føroyingar harafturat gjørt av at lagt íløgur í Ísland, so hevði tað eisini sent umheiminum eitt jaligt tekin, sum óivað hevði bøtt um framtíðarvánirnar, eru tað fleiri íslendingar ið halda, sigur føroyska sendikvinnan í Íslandi, Gunnvør Balle.