Landslæknin mælir framvegis til varsemi í samband við øskurákið úr Íslandi. Børn undir eitt ár kunnu tó aftur sova úti, ljóðar nýggjasta tilmælið. Landslæknin fylgir framhaldandi við øskuskýnum út Íslandi. Enn bendir einki á, at øskusdustið hevur elvt til fleiri sjúkutilburðir í Føroyum. Framhaldandi rekur nakað av øsku frá gosinum úr Íslandi, so neyðugt er framvegis at fylgja støðuni dag frá degi.
Landslæknin hevur tí framhaldandi dagligt samband við Heilsustýrið í Keypmannahavn og við íslendsku heilsumyndugleikarnar. Harafturat verður framhaldandi fylgt við øskuskýnum á fylgisveinamyndum og við hjálp frá eini fyribils mátistøð, sum er sett upp hjá Landslæknanum.
Við støði í hesum, metir Landslæknin, at:
? Fólk, sum hava trupulleikar av andaleiðini (astma og bronkitis), kunnu vera uttandura. Tó eigur tey at minnast til at hava heilivág við, um tey fara heimanífrá.
? Børn undir 1 ár kunnu aftur sova úti,
? Fólk, sum í hesum døgum vísa tekin til sjúkueyðkenni frá lungunum, eiga at ringja til lækna,
? Fólk, ið føla trupulleikar í eygum, nøs og svølgrúmi, kunnu avmarka uttandura virksemið,
? Fólk, ið nýta kontaktlinsur, eiga at skifta til brillur eftir tørvi.