FM kappingarnar verða frá klokkan 14.00 til kl. 18.00 leygardagin, og Sjónvarpið hjá Kringvarpinum fer at senda finaludagin beinleiðis. Hugskotið við at hava tríggjar ítróttargreinar saman til FM kapping er at vaksa um áhugin fyri degnum – bæði millum fólk og fjølmiðlar.
Á myndini síggjast finalistarnir hjá monnum í judo. Frá vinstru: Búgvi Hansen, Petur Sigurð Johannesen, Áki Davidsen, Hjalmar Johannesen og Jógvan Páll Kristiansen. (Mynd: Sofus Debes Johannesen)