Tað verður brúk fyri triðju FM-hálvfinaluni millum H71 og VÍF í SMS-deildini.
Í kvøld hildu hoyvíkskvinnur lív í vónini at endurvinna FM-heitið við at vinna 33-29 á VÍF í aðru FM-hálvfinaluni, ið var leikt í Hoyvíkshøllini. Í steðginum var heimaliðið á odda 16-14.
Triðja og alt avgerandi FM-hálvfinalan verður leikt í Hoyvíkshøllini, mikukvøldið klokkan 18.
Í kvøld var Sára Berg á Lag toppskjútti hjá H71 við 11 málum. Við átta málum var Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen toppskjútti hjá VÍF.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá aðru FM-hálvfinaluni:
##med2##












