SMS: Heimasigrar til H71, EB og Neistan

Tríggir dystir eru leiktir í SMS-deildini í dag

Tríggir dystir eru leiktir í SMS-deildini í dag.

 

Í høllini á Eiði vann EB 33-29 á Stjørnuni. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.

 

Tá 51 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 28-28, men seinastu løtuna var heimaliðið omaná og skoraði fimm mál, meðan Stjørnan megnaði bert at skjóta eitt mál tá.

 

Talita Alves var toppskjútti hjá EB við 10 málum. Durita Ljósstein Johansen var toppskjútti hjá Stjørnuni við 11 málum.

 

EB er nú bert eitt stig frá Stjørnuni á sætta plássinum, ið gevur rætt til at spæla FM-fjórðingsfinalu aftaná lokið grundspæl. 

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 29-23 á StÍF. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 15-11.

 

Elsa Egholm var toppskjútti hjá heimaliðnum við átta málum. Natasja Hammer var toppskjútti hjá StÍF við 10 málum.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann Neistin 26-24 á VÍF. Í steðginum var Neistin á odda 14-12.

 

Bjørk F. Joensen var toppskjútti hjá Neistanum við 10 málum. Agnas Funn var toppskjútti hjá VÍF við sjey málum.

 

HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum EB-Stjørnan 33-29 (15-15): 

 

##med2## 

 

HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum H71-StÍF 29-23 (15-11):

 

##med3##

 

HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum Neistin-VÍF 26-24 (14-12):

 

##med4##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 NEISTIN113412637820
 KYNDIL103132506318
 H71113423043814
 STÍF11319321-212
 VÍF113303121810
 STJØRNAN11284328-446
 EB11285342-575
 VB10243337-941