SMS hevði aftur metstórt yvirskot

Eftir metstóra yvirskotið í 2020, sum var nógv størri enn nakrantíð áður, kann SMS fegnast um enn eitt metár við stórum yvirskoti

 

Úrslitið hjá SMS var í fjør eitt yvirskot upp á 32,5 milliónir krónur. Tað er eitt vet meira enn árið fyri, tá tað var 32,4 milliónir krónur. Í 2019 var úrslitið góðar 20 milliónir krónur og árini frammanundan var tað umleið ávikavist 13, 12 og 11 milliónir krónur.

SMS skrivar í ársfrágreiðingini, at í 2021 økti SMS-samtakið umsetningin góðar 30 milliónir krónur – úr 575 milliónum krónum í 2020 upp í 606 milliónir krónur í 2021.

– Úrslitið fyri avskrivingar í 2021 var 64,3 milliónir krónur. Tað er ein framgongd upp á 19 prosent sammett við 2020, skrivar felagið.

Eftir at SMS-samtakið sum hevði 32,5 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2021, vísir samtaksroknskapurin nú eina eginogn upp á 139 milliónir krónur.

Tað er eftir at felagið hevur goldið partaeigarunum 20 milliónir krónur í vinningsbýti.

Felagið skrivar, at kappingin á matvørumarknaðinum er hørð, og at tað er ein leypandi tilgongd at menna og laga virksemi til marknaðin.

SMS-samtakið eigur og rekur 13 handlar, sum selja húsarhaldsvørur. Teir eru Bónus-handlarnir, Miklagarður í SMS, ið hevur egið slaktarí, bakaríið Mylnan, sum selur fýra Mylnu-handlar, ið umframt bakstur eisini selja húsarhaldsvørur.

SMS-samtakið rekur sølumiðstøðirnar SMS og Miðlon. Samtakið eigur Miðlon og leigar SMS frá P/F Fastogn. Samtakið framleigar handilsøki til handlar í sølumiðstøðini SMS.

Samtakið eigur fimm matstovur, harav tríggjar eru í SMS. Harumframt er talan um Angus matstovurnar í Tórshavn og Klaksvík.

Samtakið er partaeigari í handlunum Rumbul, Demmus og Power Føroyar umframt venjingarmiðstøðini Burn Fitness.

Partabrævaognin hjá SMS samtakinum fevnir um:

• 100 prosent av partabrøvunum í P/F Miðlon

• 100  prosent av partabrøvunum í P/F Dvøljan

• 75  prosent av partabrøvunum í SP/F Ric.fo

• 60  prosent av partabrøvunum í SP/F Rumbul

• 50  prosent av partabrøvunum í SP/F Power Føroyar

• 50  prosent av partabrøvunum í SP/F Demmus

• 50  prosent av partabrøvunum í P/F Burn Fitness

• 50  prosent av partabrøvunum í P/F Burn Finans