Sannlíkindini fyri, at tað verður FM-veitsla uppi í Hoyvík komandi leygarkvøld eru stór.
H71 vann eisini greitt aðru FM-finaluna í SMS-deildini.
H71 vann 32-27 á Kyndli í høllini á Hálsi. Í steðginum var H71 á odda 16-11. Tá sjey minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki var H71 á odda 22-14.
Kyndil ressaðist nakað tá níggju minuttir vóru eftir, tá tær við støðuna 22-30 megnaðu at minka munin til 26-30. Men so fekk H71 skil á málskjótingini aftur og staðfesti sigurin.
Liðini møtast aftur leygarkvøldið klokkan 19.30. Vinnur H71 hava tær endurvunnið FM. Vinnur Kyndil verður 4. FM-finalan leikt í høllini á Hálsi komandi mikukvøld klokkan 20.15.
HER er dómaraseðilin frá HSF frá 2. FM-finaluni:
##med2##