SMS: Kyndil, H71 og VÍF vunnu stórsigrar

Bert trý stig skilja fýra tey fremstu liðini

Mynd: HSF

Tríggir dystir vóru í kvøld leiktir í SMS-deildini, og í øllum trimum førum gjørdist talan um stórsigrar. 

 

Í KÍ-høllini vann Kyndil 31-22 á Stjørnuni. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 15-11.

 

Jancy Jógvansdóttir Poulsen og Durita Karlsdóttir Ljósstein vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá Stjørnuni. Við níggju málum var Silja Geirsdóttir Eystberg toppskjútti hjá Kyndli.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 35-19 á EB. Í steðginum var støðan 15-9 til heimaliðið.

 

Lukka Arge var við átta málum toppskjútti hjá H71. Við fimm málum var Sólveig Dahl toppskjútti hjá EB.

 

Í høllini á Skála vann VÍF í kvøld tann størsta sigurin í deildini. Vestmannakvinnur vunnu 37-17 á StÍF. Í steðginum var útiliðið frammanfyri við 10 málum, 18-8.

 

Emmy Ingibjørg Kass var við fimm málum toppskjútti hjá StÍF. Við níggju málum var Rakul Borgarlíð Joensen toppskjútti hjá VÍF.

 

Fríggjakvøldið klokkan 19.30 verður dystur millum Kyndil og VB í høllini á Hálsi í Havn.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá kvøldsins dystum í SMS-deildini, og støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

 

 

 

 

Mynd: HSF