SMS: Stórsigrar til H71, Kyndil og StÍF

H71 og Kyndil eru fremst í deildini við seks stigum hvør

Savnsmynd

Tríggir dystir eru leiktir í SMS-deildini hetta vikuskiftið.

 

Leygarkvøldið vann H71 stórsigur 36-25 á Stjørnuni í Hoyvíkshøllini. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 20-16.

 

Karin Egholm var toppskútti hjá H71 við níggju málum. Mina Sirdal Henriksen skoraði heili 13 mál fyri Stjørnuni. Tað var meir enn helvtin av málunum hjá Stjørnuni.

 

Seinnapartin vann Kyndil stórsigur 38-20 á EB í høllini á Eiði. Í steðginum var Kyndil á odda 20-11.

 

Sanja Pajic var toppskjútti hjá EB við seks málum. Turið Arge Samuelsen var toppskjútti hjá Kyndli við 12 málum.

 

Suðuri í Vági vann StÍF 30-21 á VB. Í steðginum var StÍF á odda 14-10.

 

Carmen Luiza Silva var toppskjútti hjá VB við átta málum. Poula Dulavík Berg, Emmy Ingibjørg Kass og Emma Marie Vanggaard Skovmand vóru toppskjúttar hjá StÍF við seks málum hvør. 

 

H71 og Kyndil eru fremst í deildini við seks stigum hvør fyri tríggjar dystir. StÍF og VÍF hava fýra stig, Neistin hevur tvey stig, meðan Stjørnan, EB og VB enn hava fyrsta stigið til góðar. 

 

HER eru dómaraseðlarnir hjá HSF frá dystunum í Hoyvík, Eiði og Vági:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Savnsmynd