Stjarnan tapti fyrstu uppflytingarfinaluna

Natasja Hammer, Inga Maria Roysdóttir og liðfelagarnir taptu óvæntað á heimavølli

Í kvøld spældu Natasja Hammer, Inga Maria Roysdóttir og liðfelagarnir í Stjörnuni fyrstu uppflytingarfinaluna móti Gróttu, har spælt verður best av fimm dystum.

 

Stjarnan hevði eina stóra favorittstøðu undan dystinum í Garðabær í kvøld, men Grótta skelkaði heimaliðið við at vinna dystin 23-21. Í steðginum var Grótta á odda 12-9.

 

Inga Maria skoraði tvey mál upp á sjey málroyndir, og legði upp til tvey mál. Natasja skoraði tvey mál upp á 11 málroyndir, men legði so upp til sjey mál.

 

Komandi sunnudag klokkan 17 spæla liðini annan dystin á Seltjarnarnesi. Stjarnan má vinna tríggjar dystir fyri at staðfesta plássið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Tí hava tær hart brúk fyri einum sigri í komandi dystinum.