Tvey vilja vera skúlastjóri á Fossánesi

Tá ið freistin var farin at søkja skúlastjórastarvið á Fossánesi á middegi mánadagin, vóru tvær umsóknir komnar inn.

 

Undirvísingarstýrið hevur sóknast eftir dugnaligum leiðara at taka sær av leiðsluábyrgd í skúlanum á Fossánesi. Myrna L. Jacobsen, sum hevur røkt starvið í nøkur ár, er farin í annað starv. Veronika Petersen er virkandi skúlastjóri.

 

Tað eru 39 næmingar úr 1.-7. flokk í skúlanum skúlaárið 2026/27. Tað eru fimm fulltíðarstørv í skúlanum á Fossánesi. 

 

Skúlastjórin luttekur virkið í teimum tiltøkum og samstørvum, ið avvarðandi stovnar skipa fyri, so sum Undirvísingarstýrið, Nám og Sernám, og somuleiðis í tøttum samstarvi við kommunu, aðrar myndugleikar og aðrar skúlar. 

 

Starvið verður sett frá 1. august 2026, veit Skúlablaðið at siga á heimasíðu síni.