Tað eru franski forsetin, Emmanuel Macron og bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, sum hava tikið stig til fundin í París í morgin, har trygdin í Hormussundinum er á dagsskránni

Týskland bjóðar hernaðarhjálp at tryggja skipaferðslu

Men, treytin er, at hernaðarligu atgerðirnar í økinum halda uppat

Tað eru franski forsetin, Emmanuel Macron og bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, sum hava tikið stig til fundin í París í morgin, har trygdin í Hormussundinum er á dagsskránni

Týskland bjóðar sær nú at veita hernaðarhjálp til tess at tryggja skipaferðsluna í Hormussundinum.

 

Landið bjóðar seg fram við minusóparum og við eftiriti í luftini - ella loftyvirvaking, sum tað kann kallast á vánaligum føroyskum.

 

Trygdin í Hormussundinum verður evnið á einum fundi við luttøku av næstan 30 londum í París í morgin, fríggjadagin.

Týski kanslarin, Friedrich Merz, setir treytir við týsku luttøkuni í Hormussundinum.

 

Ein av treytunum er, at hernaðarligu atgerðirnar í økinum steðga, veit tíðindastovan - ARD - at siga.

 

Tað eru franski forsetin, Emmanuel Macron og bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, sum hava tikið stig til fundin í París í morgin.

 

Tað eru franski forsetin, Emmanuel Macron og bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, sum hava tikið stig til fundin í París í morgin, har trygdin í Hormussundinum er á dagsskránni