Smyril broytir og avlýsir í dag og møguliga í morgin eisini

Nógvar avlýsingar og broytingar vóru í ferðaætlanini hjá Smyrli í síðstu viku orsakað av veðri.

 

Og hetta heldur fram, tí sambært ssl.fo, so eru eisini broytingar og avlýsingar í dag og møguliga í morgin.

 

Ssl.fo sigur soleiðis:

 

Fyri veður verða hesir túrar avlýstir mánadagin 2. februar: Túrurin av Krambatanga kl. 18:45 og túrurin úr Havnini kl. 21:15 verða ikki sigldir. Møguliga verða eisini broytingar ella avlýsingar týsdagin 3. februar.