Stórarbeiðir eru fingin frá hondini. Uppíbygging í afturskipið og íseting av tveimum síðuskrúvum aftan og tríggir nýggir hjálpimotorar, sum eru meira enn tvífalt so máttmiklir sum teir undanfarnu, eru mest týðandi arbeiðini. Umframt nógv arbeiðir í samband við 20 ára klassingina.
Undan fráferðina úr Munkebo gjørdi Smyril royndarkoyringar av ymsum skipanum umborð. Nógvar skipanir blivu tiknar sundir í byrjanini og blivu síðani settar saman aftur og skuldu fáast at rigga, áðrenn full megi kundi setast á.
Fólk frá rakstrardeildini á Strandferðsluni og fólk frá Fayard leiddu stóru verkætlanina, sum upp á tað mesta hevði eini 200 fólk knýtt at sær. Hægsta talið av arbeiðsfólki í senn umborð var áleið 100. Talið av undirveitarum var umleið tíggju.
##med2##
##med3##
Manning av Smyrli, ið var við í dokk, taldi 24 fólk íroknað báðar verkætlanarleiðararnar. Hin parturin av manningini, 32 fólk íalt, í vaktum, sigldu við Galaxy.
– Hesar vikurnar hava verið rættiliga baldrutar hjá nógvum fólkum á Strandferðsluni, á sjógvi og á landi, men skulu øll eiga eina hjartans tøkk fyri innsatsin og uppbakningin, sigur Niels Juel Arge, stjóri.
Í 2028 skal Smyril aftur í dokk, tá ið størsta arbeiðið verður at skifta teir fýra høvuðsmotorarnar. Verkætlanin hesaferð hevði eina játtan upp á 120 milliónir krónur íroknað leiguskipið. Tørvurin á játtan verður áleið sami í 2028.
Smyril siglir væntandi sín fyrsta túr av Krambatanga týsmorgunin.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##