Leygarnátt skal hann liggja í Havn og tí sleppa suðuroyingar, sum skulu til Havnar leygarmorgun, at sova longri Smyril fer nú at sigla fleiri túrar ímillum Suðuroynna og Havnina.
Smyril fer at sigla tríggjar túrar afturat um vikuna. Tað merkir, at ein eykatúrur verður mánadag og ein verður mikudag. Harafturat verður ein hálvur túrur eyka fríggjadag og ein hálvur leygardag.
Men tað merkir so eisini, at leygarnátt fer Smyril at liggja nátt í Havn og siglur so fyrsta túrin leygarmorgun av Havn klokkan 7 og fyrsta túr norðureftir aftur klokkan 9. Tað merkir so eisini, at tey, sum skulu norður eftir leygarmorgun, sleppa at sova tveir tímar longri.
Sostatt fer Smyril at sigla tríggjar túrar mánadag og mikudag. Í hesum sambandi verður ein kvøldtúrur úr Havn klokkan 20.30.
Hinvegin fer hann eisini at eisini at sigla úr Havnini og suður longu klokkan 8.30, so fólk, ið ætla sær til Suðuroyar, kunnu fáa ein hampiliga langan dag í Suðuroy, bæði mánadag og mikudag, men eisini leygardag og sunnudag, um so skuldi verið.
Alt í alt gevur nýggja ferðaætlanin betri møguleikar at leggja ferðina til rættis, sama um ferðast skal suðureftir ella norðureftir.
Annars skal Smyril væntandi í dokk síðst í september. Tað fer at vara ein slakan mánað og hesa tíðina verður tað St. Ola, sum fer at røkja siglingina.
St. Ola hevur avloyst Smyril fyrr, men hann siglur seinni enn Smyril og klárar tí ikki at halda nýggju ferðaætlanina. Ímeðan Smyril er í dokk, verður tískil siglt eftir ferðaætlanini, sum nú er í gildi
Strandferðslan fer fyrst í komandi viku at skriva undir leigusáttmála um St. Ola.