Smyril í løtuni við trimum motorum

Møguligar seinkingar kunnu væntast á leið 7, skrivar Strandferðslan á ssl.fo, og er hetta orsakað av, at ein kølari verður skiftur, so at Smyril ikki siglir við øllum 4 motorunum.

 

Ssl.fo skrivar soleiðis:

 

Orsakað av, at kølarin til høvuðsmotor verður útskiftur, siglir Smyril í løtuni við 3 motorum. Væntandi siglir Smyril aftur við 4 motorum frá mikukvøldinum 17. juli.