Smyril ikki í dokk fyrrenn næsta heyst

Strandferðslan fer at mæla til, at Smyril ikki fer í dokk, fyrrenn summarsiglingin er av og sostatt fer hann ikki í dokk í aprí, sum tað annars varð stungið út í kortið

Tað verður ikki fyrrenn í september, at Strandfaraskipið, Smyril, sleppur í dokk at fáa endaliga bilukt við teimum teknisku trupulleikum, sum skipið hevur drigist við og sum nakrar ferðir hevur ført til, at tað hevur mist at kalla alla maskinorku í sigling ímillum Suðuroy og Havnina.

Tað staðfestir Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni.

Sostatt verður nú vent aftur til upprunaligu ætlanina, sum sigur, at Smyril skuldi í dokk í september.

Eitt skiftið lá enntá í kortunum, at dokkingin skuldi útsetast til í 2011 fyri at fáa fíggjarliga putlispælið at ganga upp í sambandi við fíggjarlógina fyri næsta ár.

Men eftir seinasta tilburðin, har Smyril misti maskinorkuna, varð málið aftur framskundað og tað eydnaðist at finna játtan, so at Smyril kundi sleppa í dokk næsta ár.

Og í hesum sambandi var eisini stungið út í kortið, at dokkingin skuldi framskundast til í apríl fyri at fáa eina endaliga loysn á trupulleikanum sum skjótast.


Bíða til september

Conrad Gaard Joensen sigur, at tey á Strandferðsluni hava nú viðgjørt spurningin.

- Niðurstøðan er, at vit á Strandferðsluni fara at mæla til at bíða við dokkingini til í september, tá ið summarsiglingin er av, sigur hann.

Hann sigur, at orsøkin til tað er, at tann nýggja trygdarskipanin, sum skal setast í bátin og sum fær endaliga loysn á trupulleikanum, verður ikki liðug fyrrenn nakað út á árið.

Og ímeðan summarsiglingin er, heldur Strandferðslan ikki, at tað er rætt at fá skipið í dokk.

Annars eru tiltøk longu sett í verk fyri at vandin fyri at Smyril aftur missur maskinkraftina, er at kalla heilt útihýstur, men Smyril má í dokk áðrenn trupulleikin kann loysast einaferð með alla.

Rakstrarleiðarin sigur, at tað ber ikki til at fara at leita eftir hóskandi avloysaraskipið, fyrrenn tey vita akkurát, nær Smyril skal í dokk.

Tað er heldur ikki greitt, hvar hann fer í dokk. Men hann væntar, at tá ið tað verður, verður Smyril burtur í hálvan annan mánað.