Framgongdin í ferðafólkaflutninginum hjá Smyril Line ber í sær, at reiðaríið í summar leigar eitt farmaskip aftur at Norrønu stendur í tíðindaskrivi Vøksturin í ferðafólkaflutninginum hjá Smyril Line er so mikið stórur í ár, at reiðaríið hevur gjørt av at keypa sær eyka orku til farmaflutningin millum Føroya og Danmarkar í summar.
?Okkara farmakundar skulu hava bestu tænastu eisini tvørtur um summarið, og tí leiga vit eitt farmaskip aftur at Norrønu?, sigur Thomas Magnussen, stjóri í Smyril Line.
Talan verður um eitt stórt farmaskip, ið tekur trailarar, eitt sonevnt ro-ro skip. Skipið hevur stóran kapasitet og verður í sigling í juni, juli og august. Hetta eru mánaðirnir, har Smyril Line hevur mest av ferðafólkaflutningi millum Føroyar og útheimin. Eyka skipið hevur fráferð úr Føroyum eina ferð um vikuna.
Smyril Line hevur áður keypt sær eyka orku til farmaflutning. Hetta var, tá farmaskipið Claire røkti sigling fyri felagið, og royndirnar frá teirri siglingini eru sum heild góðar.
?Vit fegnast sjálvsagt um gongdina, sum ger tað neyðugt at leiga eitt skip afturat til flutningin av farmi. Munadygga sølu- og marknaðararbeiðið í Europa ber nú ávøkst, og vit síggja ein greiðan inntøkuvøkstur á øllum økjum?, sigur Thomas Magnussen, stjóri.