Sniðgevin sum gongur egnar leiðir

- Eg havi altíð havt tað soleiðis, at fólk skulu minnast meg sum kvinnan, ið avrikaði nakað og gjørdi sínar dreymar til veruleika. Í løtuni føli eg, at eg havi klárað alt tað, eg einaferð setti mær fyri, og tað eri eg errin av. Soleiðis sigur 32 ára gamli sniðgevin Laila av Reyni, sum er kend fyri sínar vøkru, ævintýrkendu kjólar. Í næstum verður enn ein dreymur hennara veruleiki, tá hon gevur út sína fyrstu fløgu

- Eg elski stórar, flottar og øðrvísi kjólar. At gera hesar her vanligu kjólarnar, sum bara eru púra upp og niður, tað tími eg als ikki. Kjólarnir skulu helst skilja seg úr mongdini.
Tað sigur Laila av Reyni, sum er sniðgevi og serliga er kend fyri mongu kjólarnar, hon seymar. Hon lærdi upprunaliga til innandurðaarkitekt í Noregi, men tað var ikki fyrr enn hon fór á stóra designskúlan í Danmark, Teko, og seinni í læru sum designari, at hon visti, at nú var hon komin á røttu hill.
- Mamma hevur altíð fingist við ymiskt handverk, og eg havi síðani smágenta eygleitt hennara arbeiði. Minnist hvussu stuttligt tað var at vakna um morgunin, tá fólkaskúlaveitslan skuldi vera á skránni, og ein nýggjur, heimagjørdur kjóli hekk klárur at fara í. Eg ætlaði ongantíð at blíva sum hon, men sum árini gingu, mátti eg bara viðganga, at eg havi júst tey somu áhugamálini sum hon, sigur Laila av Reyni smílandi.
- Eg byrjaði í læru hjá Sonju Design fyri eini 10 árum síðani, og tá eg bleiv eg púra bitin av at seyma og at gera teir serstøku kjólarnar, fortelur Laila av Reyni, sum er uppvaksin og búsitandi í Kollafirði. Og hon hevur seymað líka síðani.
- Fyrstu vikuna, eg var í læru, kom ein kundi inn at royna ein kjóla, sum ein av sniðgevunum har hevði gjørt. Eg minnist, at eg tá hugsaði, at hatta skal eg eisini einaferð koma at gera.

Eingin kjóli eins
Seinastu nógvu árini hevur hon gjørt nógvar kjólar. Fleiri hundrað. Men eingin er eins.
- Eg haldi ikki, at kjólarnir líkjast hvørjum øðrum, tí eg geri ongantíð tað sama. Eg havi tað eitt sindur soleiðis, at tá eg havi seymað ein kjóla, so er tað eitt sindur been there done that, og so geri eg ikki tað sama einaferð afturat. Eg vil hava avbjóðingar, greiðir Laila av Reyni frá.
Hon fær ofta fyrispurningar frá kvinnum í so at siga øllum aldri um at gera ein kjóla til sín. Hóast Laila av Reyni fegnast um mongu fyrispurningarnar, sigur hon ikki ja til allar uppgávurnar. Hon vil helst hava fríar teymar, tá hon seymar.
- Um fólk seta ov strangar rammur ella ov nógv krøv, so tími eg ikki og lati ta uppgávuna fara. Ofta er tað soleiðis, at eg fái okkurt hugskot til kjólan, ímeðan eg seymi hann, og eru ov nógv krøv, ið eg skal halda meg til, ja so fái eg ikki verið kreativ og gjørt tað, sum eg sjálv haldi riggar best, sigur Laila av Reyni.

Altíð í heimagjørdum
Laila av Reyni heldur, at tá tú ert sniðgev,i og fólk kenna teg aftur, tá tú ert úti, gerst tú rættiliga tilvitað um, hvørjum klæðum tú sjálv gongur í.
- Eg gangi nógv í klæðum, eg sjálv havi gjørt. Tað forpliktar onkursvegna at vera sniðgevi, tí líkamikið hvar eg eri, so spyrja fólk ofta, um eg sjálv havi gjørt tað, sum eg eri í, sigur Laila av Reyni og leggur afturat at tað eru fyrimunir við at vera sniðgevi, tá tú skalt til onkra serliga veitslu.
- Eg havi ongantíð tað, sum vit plaga at kalla eina tøjkrisu. Skal eg í eina veitslu um kvøldið og haldi meg ikki hava nakað at fara í, so finni eg bara upp á okkurt, sum eg so seymi sama dag og kann fara í til veitsluna um kvøldið, sigur Laila av Reyni og flennir.


Við í Miss World
Laila av Reyni gjørdi av álvara vart við seg sum sniðgevi, tá hon í fjør fekk uppgávuna, at gera kjólan til donsku Iris Thomsen, sum var kosin Miss World Denmark 2012, og skuldi luttaka í tí stóru Miss World kappingin í Kina.
- Tað var rættiliga tilvildarligt, at eg skuldi gera kjólan, sum hon skuldi vísa seg fram í til kappingina í Kina. Fotografarnir Mirjam&Janus tóku myndir av henni í Danmark og tá nevndi hon fyri teimum, at hon manglaði onkran at sniðgeva kjólan. Tey vístu so á meg, og síðani hava vit samstarvað, greiðir Laila av Reyni frá. Fyrr í summar vendi danska modellin sær aftur til Lailu av Reyni, tí nú skuldi hon handa krúnuna til ta nýggju Miss World Danmark.
- Eg gjørdi so fleiri ymsar kjólar til hana, og tað kvøldið í juli mánaði, tá nýggi vinnarin í Danmark skuldi kjósast, fekk eg heiðurin at ganga runt saman við henni og heilsa upp á fólk og so framvegis. Tað var eitt sindur løgið, men eisini ótrúliga spennandi, tí eg kom í samband við nógv fólk, sum vóru áhugað í míni sniðgeving, og líka síðani havi eg eisini fingið nógvar fyrispurningar frá útlandinum, fortelur Laila av Reyni. Eitt nú hevur kendi fotografurin í Svøríki, Sandra Åberg, sum arbeiðir fyri Teen Vogue, Vogue, Cosmopolitan, Glamour Magazine og fleiri onnur kend bløð, sett seg í samband við Lailu av Reyni, soleiðis at tær báðar kunnu samstarva um nakrar uppgávur.
- Tað tykist, sum at tað hendir rættiliga nógv beint nú, og tað stuttliga er, at ymsir fotografar og modellir úr útlandinum vísa mær og míni sniðgeving áhuga.

Fløgan er prikkurin yvir i´ið
Umframt at fáast við sniðgeving hevur Laila av Reyni eisini aðrar listarligar gávur. Um ein góðan mánað kunnu vit av álvara uppliva hana sum sangskrivari og songkvinnu, tí tá gevur hon sína fyrstu fløgu út.
- Tað er eisini ein dreymur, sum eg leingi havi havt, men eg havi bara ongantíð gjørt hann til veruleika. Ikki fyrr enn nú, sigur Laila av Reyni eitt sindur smæðin men eisini errin.
Hon hevur áður sungið á fløgum hjá eitt nú Regini Guttesen og MC Restorff, men tað bleiv ikki fyrr enn nú, at hon gjørdi sína egnu fløgu.
- Tað var líkasum, tá eg bleiv 30, at eg fór at hugsa um tað, sum eg higartil hevði gjørt og avrikað. Og tá rann mær til hugs, at eg manglaði framvegis at gera mína egnu fløgu. Eg møtti fólki, sum vóru við til at geva mær seinasta skumpið til at fara í gongd, sigur Laila av Reyni, sum hevur gjørt fløguna saman við Gunnari Guttesen, ið henni dámar sera væl sum tónleikara.
- Stílurin á fløguni er melankolskur, elektroniskur poppur, greiðir Laila av Reyni frá.
- Nú føli eg, at eg havi nátt flestu málunum, sum eg einaferð setti mær fyri ; at vera sniðgevi og gera ævintýrkendar kjólar, kunna læra frá mær og geva út mína egnu fløgu.


FAKTA:
Navn: Laila av Reyni
Aldur: 32 ár
Bústaður Kollafjørður
Útbúgving: Innandurðaarkitektur og modellseymari
Starv: Leiðari á klædnadeildini á Tekniska Skúla í Havn



Útgávukonsert 12. Oktober
Laila av Reyni ætlar sær at hava eina heilt serliga útgávukonsert, har hon sameinar sniðgeving og tónleik. Á útgávukonsertini fara einar 20 útvaldar, føroyskar modellir og Miss World Denmark 2012 at ganga catwalk í kjólum, sum Laila av Reyni hevur gjørt. Eisini verður ymisk onnur listarlig innsløg undir útgávukonsertini.
- Á henda hátt fara fólk at uppliva meg sum sangara, sniðgeva, kórleiðara og undirvísara, sigur Laila av Reyni.
Útgávukonsertin verður í Østrøm 12. Oktober klokkan 20.00