Stefan Svallfors, sum er svenskur professari við lærda háskúlan í Umeå, hevur innstillað Edward Snowden at fáa friðarheiðursløn Nobels.
Í opnum brævi til nobelnevndina grundgevur professarin fyri, hví hann heldur Snowden hava uppiborið heiðurslønina, skrivar TV2.
- Edward Snowden hevur við hetjuavriki sínum, sum hevur stórar persónligar avleiðingar fyri hann, avdúkað eftiransanina hjá amerikonsku stjórnini. Við at varpa ljós á hetta eftirlit - sum er í stríð við innlendis lóggávu og millumlanda avtalur - hevur Edward Snowden gjørt heimin bæði betri og tryggari, skrivar Svallfors í innstilling síni, sum hann hevur lagt á Twitter.
Við at lata Snowden friðarheiðurslønina heldur Stefan Svallfors, at nobelnevndin kann sleppa sær burtur úr ringa umdøminum, eftir at hon tók ta illa umhugsaðu avgerðina at geva Barack Obama forseta Nobel heiðurslønina í 2009.
Men innstillingin hjá svenska professaranum er ov sein á veg. Tíðarfreistin fyri innstilla til Nobel 2013 var úti 1. februar. So skulu reglurnar haldast, kann Snowden í fyrsta lagi fáa virðislønina næsta ár.
Nobelvirðislønin verður handað í Oslo 10. desember, sum er ársdagurin fyri føðing stovnarans, Alfreds Nobel.
(Mynd: Scanpix/Twitter)