So byrjar Champions League aftur

Kappingin við teimum stóru oyrunum byrjar í kvøld aftur av álvara

Í kvøld vera fyrstu dystirnir í bólkaspælinum av nýggju Champions League kappingini leiktir.

 

Fleiri spennandi dystir eru á skránni, har nakrir av favorittunum til at vinna kappingina skulu spæla. Tveir av smærru favorittunum møtast enntá eisini í innanhýsis dysti í hesum fyrsta umfarinum, tá Paris Saint Germain á heimavølli tekur ímóti enska felagnum Arsenal. Arsenal venjarin, Arsene Wenger, hevur enntá undan dystinum úttala seg um, at Arsenal væl kann vinna Champions League kappingina hetta kappingarárið.

 

Av øðrum spennandi dystum kunnu eisini nevnast at skotska Celtic á útivølli skal spæla ímóti spanska stórfelagnum, FC Barcelona, at Manchester City tekur á heimavølli móti týska Monchengladbach, og at Bayern Munchen á heimavølli tekur ímóti russiska FC Rostov.

 

Sigast skal eisini, at tað ikki bert eru teir omanfyri dystirnir sum eru spennandi á pappírinum, men flest allir sum vera leiktir.

 

Dystirnir í kvøld eru hesir, har allir byrja klokkan 19:45.

 

Bólkur A:

Basel – Ludogorets

Paris Saint Germain – Arsenal

 

Bólkur B:

Benfica – Besiktas

Dinamo Kiev – Napoli

 

Bólkur C:

Barcelona – Celtic

Manchester City – Monchengladbach

 

Bólkur D:

Bayern Munchen – FC Rostov

PSV Eindhoven – Atletico Madrid