So eru sýrar farnir úr Libanon

Teir seinastu sýrisku hermenninir fóru úr Libanon í gjár

Fyri fyrstu ferð í 29 ár eru eingir sýriskir hermenn í grannalandinum Libanon. Í gjár vóru bara 200 hermenn eftir, men teir skuldu fara um markið í gjárkvøldið.
Sýrialand sendi herin inn í Libanon í 1976 fyri at steðga libanska borgarakrígnum, sum var byrjað árið fyri. Men borgarakríggið endaði ikki fyrr enn í 1990, og tá høvdu teir sýrisku hermenninir stríðst við muslimsk og kristin herlið, deildir hjá libanska stjórnarherinum, palestinskar bólkar og ísraelska herin. Hildið verður, at umleið 12.000 sýriskir hermenn lótu lív í hesum bardøgunum.
Sýrialand gekk við til at taka herin úr Libanon eftir áhaldandi mótmælisgongur, sum byrjaðu, tá fyrrver-andi libanski forsætisráð-harrin, Rafik al-Hariri, doyði í einari bumbuatsókn tann 14. februar.
Amerikanska stjórnin sigur seg vera væl nøgda við, at sýriski herurin er farin úr Libanon, men ein talsmaður hjá Bush, forseta segði við Reuters í gjár, at afturtøkan er ikki fullkomin, fyrr enn tann sýriska fregnartænastan hevur mist alla ávirkan í Libanon. Í næsta mánað verður val í Libanon, og tá fáa vit at síggja, um tann sýriska afturtøkan er fullkomin, segði talsmaðurin.