So fara vit bara til skips

Tvey av starvsfólkunum á Fiskavirking í Miðvági, Siri Jóhansdóttir og Elin Johannesen, vóru, eins og hini, skelkað av uppsagnunum Tað er sjálvandi ójavnt, hvussu fólk eru fyri, eftir at boðini komu um, at virkið í Miðvági ikki loetur upp aftur eftir summarfrítíðina. Hjá teimum ungu starvsfólkunum er allarhelst lættari at fáa okkurt annað at gera, men fyri tað var tað líka tung boð at fáa.

Tær báðar 19 ára gomlu, Siri Jóhansdóttir og Elin Johannesen, søgdu mest sum í ein munn, at tað vóru ræðulig boð at fáa.

Siri hevur arbeitt á virkinum hjá Fiskavirking í Miðvági í hálvtannað ár, meðan Elin hevur starvast har í hálvt ár.

Tær vóru millum tey 70 starvsfólkini, sum á matstovuni fingu tungu boðini um, at tey øll vóru uppsøgd.

- Tað var ein tungur stemningur, øll fingu ein rættiligan skelk, siga tær báðar.

Heldur ikki tær høvdu fingið minstu ábending um, at hesi boðini vóru á veg. Men tær eru sum nevnt báðar ungar, og tað gevur størri møguleikar.

- Vit vita ikki reiðiliga, hvat vit nú fara at gera. Tað er einki arbeiði at fáa í Vágum, so vit mugu av oynni at finna okkurt annað at gera, siga Siri Jóhansdóttir og Elin Johannesen.

Tær ætla sær ikki at taka av tilboðnum um at fara á annað virki hjá Fiskavirking at arbeiða.

- Nei, tá kundu vit heldur hugsa okkum at fari til skips, siga tær báðar.

Teimum hevur dámað ógvuliga væl at arbeitt á virkinum í Miðvági, og tær ætla sær at hanga í til virkið letur endaliga aftur um ein mánað ella so. Hvat síðani fer at henda, vita tær ikki enn, men møguliga fara tær at flyta til Havnar.

- Har er lættari at fáa arbeiði, siga Siri Jóhansdóttir og Elin Johannesen.