So fingu framsýnararnir ein veðr kortini?

Tey, sum ótu døgurða umborð á Norrønu týsdagin, drukku vatn, sodavatn ella veikt øl aftur við tí annars so frálíka matinum

Sosialurin í Saltangará: Tey, sum fóru umborð á Norrønu týsdagin at fáa sær av tí serstakliga góða matinum umborð, fingu einki sterkt at leska sær við, hvørki sterkt øl ella vín.
Á hurðini inn í matstovuna stóð uppslag við týðiligari áskrift: "På grund af toldregler, er det ikke muligt at servere nogen form for alcohol ombord".
Her sótu so fólk rundan um borðini í rúmligu og hugnaligu matstovuni og ótu kjøt, fisk, frikadellur og annan leskiligan sjómat - og leskaðu sær við vatni, sodavatni ella veikum øli aftur við matinum.
Tá ið onkur til stuttleikar spurdi um øl ella vín, smíltust fryntligu pólsku tænararnir og søgdu, at teir høvdu ikki loyvi at skeinkja.
Veðrur kortini
Seinni um dagin fingu framsýnararnir á North Atlantic Fish Fair at vita, at teir vóru vælkomnir inn í gamla posthúskjallaran á Høgabóli kl. 19 týskvøldið.
Her fingu teir ein veðr, samstundis sum fólk kundu lýða á hugnaligt tónleikaundirhald, ið Søren Søgaard, sum býr í Leirvík, syrgdi fyri.
Sosialurin var fram við ein túr hetta kvøldið. Lagið á fólki var gott, og tey hugnaðu sær.
Niðri á bryggjuni koyrdi løgreglubilurin, tá ið fyrstu gestirnir trinu innar í gamla posthúskjallaran.
Í kjallaranum er ikki nógv pláss, men her er hugnaligt við kálkaðum veggum og bjálkum.
"Barrin" var ikki stór, ei heldur fín - eitt gamalt borð við nøkrum ølkassum standandi aftanfyri.
Guð viti?
Øll, sum hava verið á altjóða stevnum uttanlands, vita, at bæði framsýnarar og vitjandi kunnu fáa øl og vín uttan nakrar sum helst trupulleikar.
Um dagarnar liggur okkara flaggskip, Norrøna, við bryggju í Saltangará sum hotel-skip, men umborð letur tað seg ikki gera at fáa ein veðr ella eitt vínglas aftur við matinum.
At marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland, er neyvan ein løtt uppgáva undir slíkum umstøðum.
Útlendsku gestirnir noyðast bara at sláa seg til tols við, at Føroyar eru ikki sum onnur lond, so leingi hetta er politiski viljin í Føroyum.