So nógv fær Emma Watson burturúr Disney-filmi

Sjónleikarin Emma Watson fekk sítt gjøgnumbrot í filmsrøðini Harry Potter, men hon hevur sanniliga megnað at fóta sær eftir tað.

Emma Watson spælir høvuðsleiklutin í nýggja Disney-filminum The Beauty and the Beast, og fyri tað fær hon eina grundløn á 20 milliónir krónur.

Tað er The Hollywood Reporter, sum hevur sneytað seg fram til hennara lønarviðurskifti.

Eitt er lønin. Nakað annað er bónus, sum hon kann vænta sær fyri útbreiðsluna av filminum. Og gongur tað so væl við søluni av filminum, sum roknað verður við, fær Emma Stone samanlagt 100 milliónir krónur fyri leiklutin.