So nógv tjenar Havnin upp á Smyril og Ternuna

Strandferðslan rindar Tórshavnar Havn fyri hvørt ferðafólk og hvønn bil, sum ferðast við skipunum - og tað er nakað tilsamans

Smyril er ein góð inntøkukelda hjá Tórshavnar Havn

Í fjør hevði Tórshavnar Havn eina inntøku upp á góðar 6,7 milliónir av strandfaraskipunum, Smyrli og Ternuni. Tað upplýsir Uni Rasmussen, landsstýrismaður í samferðslumálum.  Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvussu nógv Strandferðslan rindar Tórshavnar Havn fyri at Smyril og Ternan sigla upp á Havnina.

 

Uni Rasmussen sigur, at Strandferðslan rindar Tórshavnar Havn leigu fyri at brúka farstøðina, umframt at strandferðslan rindar Tórshavnar Havn leigu fyri at brúka økið, bussarnir hjá Bygdaleiðum standa á og har bilaraðið til Smyril og Teistan er. Leigað verður eisini rindað fyri økið, har bingjur, sum skulu við skipunum, standa.

 

Men harafturar rindar Strandferðslan eisini brúgvagjald og vørugjald fyri ferðafólk, bilar, bingjur, og annað.

 

Og at enda rindar Strandferðslan eisini gjald fyri hvørt ferðafólk, sum ferðast við skipunum – uttan skúlabørn og barnagarðar. Strandferðslan rindar eisini eitt fast gjald fyri hvørt ferðafólk, og hvønn bil, sum kemur í land, ella ferð umborð á skipini hjá Strandferðsluni.

 

Í hesum sambandi rindaði Strandferðslan eina millión í leigu til Tórshavnar Havn í fjør. Tað kostar 754.000 krónur at leiga farstøðina, umframt økini til bilar, bussar, bingjur og sleip. Trapputornið kostaði 237.000 krónur í leigu í fjør og at enda rindaði Strandferðslan Tórshavnar Havn 35.000 krónur fyri at leiga skrivstovu í farstøðini.

 

Uni Rasmussen sigur, at Strandferðslan rindaði 3,62 milliónir í havnagjaldi og brúgvagjaldi til Tórshavnar havn. Av hesum tríggjar milliónir fyri Smyril og 622.000 krónur fyri Ternuna.

 

Harumframt rindaði Strandferðslan 2,1 milliónir krónur í vørugjaldi. Av teimum eru 1,8 millión fyri Smyril og 271.000 krónur eru fyri Ternuna. Vørugjaldið er fyri ferðafólk, bilar, bingjur, lastir og tílíkt.

 

Strandferðslan rindar fýra krónur fyri hvørt ferðafólk, undantikið skúlabørn, barnagarðar og annað. Harumframt rindar Strandferðslan átta krónur fyri hvønn persónbil og 16 krónur fyri størri akfør og sleip, sum ferðast um Tórshavnar Havn. Tað merkir, at Strandferðslan rindar bæði, tá ið komið verður til Nólsoyar og til Havnar. Landið eigur hinvegin havnina á Krambatanga.

 

Útreiðslurnar hjá Strandferðsluni til Tórshavnar Havn vóru sostatt 6,73 milliónir tilsamans í fjør. Sí eisini talvuna niðanfyri.

 

##med2##

 

Smyril er ein góð inntøkukelda hjá Tórshavnar Havn