So verður Eplafestivalurin endiliga aftur

Og hann verður uttan iva líka hugnaligur hesaferð, sum hann altíð hevur verið, siga tey, sum standa aftanfyri tiltakið.

Leygardagin hin 28. september, sum er leygardagin komandi, verður Eplafestivalur aftur á Sandi. 

 

- Eplafestivalurin hevur verið saknaður leingi – ja, heilt síðani 2019, siga tey, sum standa aftanfyri tiltakið.

 

Hesin bygdasligi festivalurin er meira enn bara eitt hátíðarhald av eplum.

 

- Hetta er eisini eitt tiltak, har vit fagna bygdarlívinum, lívsins smáu løtum og øllum tí heimliga, sum vit elska.

 

Fyrireikararnir siga, at skráin er fylt við spennandi upplivingum - hugnaligum pop-up kafé'um, fyrilestrum, verkstovum og sjálvandi nógvan stuttleika fyri allari familjuni

 

Á skránni hava vit til dømis:

 

* Serstaka stovukonsert við Herborg Torkilsdóttir.

* Jákup Dahl fer at undirhalda og seta gongd á láturmusklarnar í Virkinum.

 

* Dansur við bólkinum, Reyn.

 

* Eplakappingar og neytalortakapping.

 

Skráin fyri Eplafestivalin sæst á Facebook-vanganum - Eplafestivalur, og her fer eisini at koma meira kunning um eitt nú parkering. 

 

- Nú er bara at gera seg kláran til at uppliva ein dag, sum er fyltur við hugna, góðum práti og nógvum eplum!

 

Fyrireikararnir enda við hesum orðum:

 

- Vit síggjast á Eplafestivalinum 2024 - fyrst í Trøðum frá klokkan 10 leygarmorgunin og seinnapartin og um kvøldið eisini í sandsbygd.