Sóknast eftir fleiri túr­um gjøgn­um tunn­ilin

Norðoyingar og eysturoyingar, ið dagliga nýta bussleiðina hjá SSL til og frá arbeiði, hava í fleiri ár sóknast eftir, at fleiri túrar verða koyrdir gjøgnum Eysturoyartunnilin.

Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, sum tí hevur sett Jóhan Christiansen, landsstýrismanni í samferðslumálum, ein grein 52a fyrispurning um málið.

Tingkvinnan spyr soleiðis:

1. Nær kunnu fólk í Norðoyggjum og Eysturoy vænta, at fleiri túrar til Havnar verða koyrdir gjøgnum Eysturoyartunnilin?

2. Er nøkur loysn funnin á kostnaðinum fyri bussar hjá SSL at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin? Um nei, nær kann væntast ein loysn?

3. Hvussu langt er arbeiðið komið við at verkseta nýggju planleggingarskipanina?

Í viðmerking til fyrispurningin, vísir Eyðgunn Samuelsen á, at norðoyingar og eysturoyingar, ið dagliga nýta bussleiðina hjá SSL til og frá arbeiði, hava í fleiri ár sóknast eftir, at fleiri túrar verða koyrdir gjøgnum tunnilin.

– Enn í dag eru fleiri túrar eftir Skálafjarðarleiðini og uttan um tunnilin til Havnar.

– Strandferðslan hevur ført fram, at fleiri forðingar eru, ið mugu loysast, áðrenn nakað hendir, sigur hon.

Síðani vísir hon á, at í svari, hon fekk í apríl førdi SSL fram, at »yað verður arbeitt við at tillaga leið 401, og nakrar broytingar verða eftir ætlan gjørdar á rutuni millum Norðoyggjar og Suðurstreymoy, tá ið skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina.«

– Nú eru vit í september mánaði, og enn er ferðaætlanin fyri leið 401 óbroytt. Sama er við leið 400.

– Tað hevur eisini verið ført fram, at ein avbjóðing er, at Bygdaleiðir mugu gjalda fult gjald fyri hvønn buss, ið koyrir gjøgnum Eysturoyartunnilin. Í apríl 2025 varð upplýst, at samskifti var við tunnilsfelagið um henda trupulleikan. Tí er tað áhugavert at frætta, um nøkur loysn er í eygsjón viðvíkjandi gjaldskipanini sigur Eyðgunn Samuelsen.

Ein onnur fyritreyt fyri at gera størri broytingar hjá Bygdaleiðum er, sambært  Strandferðsluni, at Strandferðslan fær sett nýggja planleggingarskipan í verk. Upplýst er áður, at hetta arbeiðið verður tikið uppaftur eftir páskafrítíðina, og tá ið skipanin er sett í gildi, verður tað munandi lættari at tillaga og broyta verandi ferðaætlanir. Í svari til §52 spurning 52-005/2025 upplýsir landsstýrismaðurin: at ein nýggj planleggingarskipan er í ferð við at verða tikin í nýtslu”.

– Samanumtikið eru tað ábendingar um, at fleiri forðingar fyri at broyta ferðaætlan á leið 401 og leið 400, so brúkarin fær eina betri tænastu, eru beindar burtur. Fyri at fáa upplýst nær hesar broytingar verða settar í gildi verða hesir spurningar settir, sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna.