Soleiðis er tá løgmaður vaknar

Høgni Hoydal, Formaður Tjóðveldisfloksins

 

Politisk ábyrgd, politisk atgerð og avleiðingar eru í Føroyum sjáldsom fyribrigdi. Og tá tað hendir, vendir oftast skeivan veg.

 

Løgmaður er í brátt 4 ár sjáldan settur til svars fyri nakað politiskt mál, ið hann av sonnum hevur ábyrgdina av. Atgerð og avleiðingar eru merkiliga rárar hendingar.

 

Bara seinasta mánaðin kunnu vit taka hesi dømi úr rúgvuni:

 

- Fiskirættindini skuldu avreiðast endaliga frá tí almenna til privata ogn hjá teimum fáu. Løgmaður lat ikki við seg koma og fanst ístaðin at teimum, ið mótmæltu. Í seinastu sekundi hálsaði hann um, tí fjølmiðlar og serfrøðingar ikki lótu hann sleppa – og hann skírdi nú málið at snúgva seg um løgfrøðisligar smálutir.

- Føroya Banki verður seldur, og ein røð av álvarsligum ivamálum koma fram, ið langt síðani ávarað hevur verið ímóti. Tá ivamálini vórðu reist, meðan enn bar til at gera nakað við tey, leyp løgmaður á tey, ið funnust at og skírdi tey óseriøs. Nú hoyrist ikki orð frá løgmanni, hóast málið snýr seg um peningaupphæddir hjá okkum øllum, ið svara til meira enn helvtina av fíggjarlógini í landinum. Sosialurin sigur, at løgmaður er ikki at fáa fatur á.

- Hópuppsagnir eru á Postverkinum. Tey størstu almennu fakfeløgini hava alment funnist at og vent sær til løgmann sum ovasta fyrisitingarliga leiðara. Tey spyrja m.a., um framferðin er í samsvari við tær avtalur og sáttmálar, ið gjørdar eru í sambandi við at Postverkið gjørdist alment partafelag. Ikki eitt orð frá løgmanni.

 

Nú seinast ber Dimmalætting tíðindini um, at danska sendistovan á staðnum hevði givið boð um at flagga við Merkinum undir Dannebrog á Rhodos. Ikki eitt orð frá løgmanni, sum annars er staddur á Rhodos. Ongin reaksjón.

 

Men so kom vend í

Undirritaði loyvir sær so at spyrja danska uttanríkisráðharran um tær upplýsingar, ið eru bornar fram í Dimmalætting. Heilt sjálvsagt, eftirsum danska uttanríkistænastan er nevnd sum upphav til hesa hending (og vit hava júst havt eina aðra orrustu, har krøv vóru um at vit skuldu flagga í Íslandi sum “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”).

 

Og hygga nú: Nú koma tær sterku kenslurnar fram í barmi løgmans. Hann er rasandi og traðkar fram beinleiðis í Degi og Viku. Nú skorta ikki stór orð, hvassar atfinningar og hørð persónlig álop frá løgmanni. Nú skulu atgerðir vera og avleiðingar takast.

 

Ikki um at geva burtur fólksins ogn ella um rættartrygd.

 

Ikki um fakfelagsrættindi ella starvsfólkapolitikk.

 

Ikki um niðurgeringina av føroyska samleikanum, sum er endurgivin í Dimmalætting.

 

Nei, hann er rasandi inn á undirritaða og Tjóðveldisflokkin. Nústaðni fer hann í telefonina at fáa síni embætisfólk og danska uttanríkisráðið at kanna málið. Nústaðni skulu øll knappliga í arbeiðsklæðini, tí nú ræður jú um at at verja sambandið við danska ríkið. Og soleiðis fer orkan til at skelda okkum – bert tí vit hava fylgt eini hending á mál, ið vit hvørki hava reist ella eru upphav til.

 

Hetta hevur verið lagið í fýra ár. Kanska stuttligt, at tað altíð er hetta, ið fær løgmann upp úr stólinum. Men als onki stuttligt fyri politisku gondina og ábyrgdina í hesum landi.