Børnm sum sleppa at spæla við fótbólt í skúlanum, fáa størri vøddar, lægri blóðtrýst og tey verða sterkari.
Hetta er úrslitið av eini granskingarætlan sum Fróðskaparsetrið, Fólkaheilsuráðið og Fótbóltssamband Føroya hava staðið fyri. Og ein grein føroyski rithøvundarnir eru May-Britt Skoradal, Elisabeth Purkhús, Maria Hammer Olsen, Hildigunn Steinholm og Magni Mohr, hava skrivað um hetta, er nú almannakunngjørd í viðurkenda, vísindaligum tíðarritinum, Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sports.
Úrslitið av granskingini, ið nevnist »11 for Health”, er, at tað er eitt gott hugskot at brúka bóltspøl í undirvísingini í heilsu í skúlanum, og tá ið børn venja. Øll børn fáa gagn av hesum, eisini gentur, sum ikki eru vanar at venja kropsliga, siga høvundarnir
Granskingin vísir nevniliga, at sleppa børnini at spæla bólt, verða tey sterkari, tey fáa betri javnvág í kroppin, og blóðtrýstið lækkar.
Líknandi kanningar aðrastaðni vísa, at børn, sum venja eftir »11 for Health« háttinum læra betur, trívast betur og hava tað betri saman. Samstundis fáa børnini størri vitan um heilsu, rørslu, kost, reinføri og sálarliga heilsu og harumframt verða tey eisini meiri tilvitað um royking, rúsevni, alkohol, og aðrar ringar vanar.
– Í føroysku kanningini vísa vit aftrat á, at fótbóltsspæl eru samansjóðandi og mennur heilsuna hjá gentum, bæði hjá teimum, sum eru vanar at spæla fótbólt og teimum, sum ikki eru tað, sigur Magni Mohr leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking, og formaður í Fólkaheilsuráðnum.
– Kanningin staðfestur, at fótbóltsvenjing, sum er tvinnað saman við undirvísing í heilsu, er vælegnað til at betra um heilsustøðuna hjá 10-12 ára gomlum skúlabørnum, og gevur eitt gott grundarlag at fyribyrgja lívstílssjúkum longu tíðliga í lívinum, leggur hann afturat.
Og hann sigur, at tey hava samskift við Mentamálaráðið og arbeiða nú fyri at fáa allar skúlar at taka hetta upp sum skjótast.