Edvard Nyholm Debes, sum er kendur sum tónleikari og frá fjølmiðlum, hevur gjørt nýggja myndabók, hann kallar ”Teir og tær”.
Bókin snýr seg um gerandisdag og lív hjá samkyndum pørum.
Í 2014 gav hann út bókina „Kærleiki og Vónir“, sum er um hjúnini Johan og Rakul Dalsgaard og teirra gerandisdag, og nú tekur hann hendan tráðin uppaftur við bókini “Teir og Tær“.
- Eg hugsaði við mær, at hesi liva helst eitt heilt vanligt og kærleiksfult lív sum vit onnur. Eitt lív við øllum, sum eitt lív á jørð nú einaferð bjóðar. Hvussu kann tað vera skeivt, spyr Edvard Nyholm Debes.
Hann hevur vitjað samkynd pør í Føroyum, Íslandi og Danmark, og hann hevur avmyndað tey undir privatum umstøðum. Reportasjumyndirnar royna at lýsa samlív og gerandisdagin hjá hesum pørum. Stuttur tekstur lýsir tey einstøku pørini, og síðani ber til at síggja stemningsfullar myndir av fólkunum.
Bókin ”Teir og tær”, sum er 142 blaðsíður til støddar, verður løgd fram í Norðurlandahúsinum í Havn mánadagin kl. 17.00. Edvard Nyholm Debess fer sjálvur at greiða frá verkætlanini, og Bogi D. Davidsen fer at siga nøkur orð.
”Teir og Tær” verður til keyps í handlunum mánadagin.