Soleiðis fært tú sum borgari eini snarboð

Hvussu boðar Sunda kommuna fólki skjótast frá, tá vatnið er dálkað – ella tá streymurin skal sløkkjast?

Fyri at fáa snarboð - uttan at skula rita inn á vangan - má borgarin loyva push-boðum frá vanganum

- Snarboð eru stutt boð, sum kommunan kann leggja út, og tey koma beint í vanga-appina hjá fólki. Tað merkir, at borgarin fær eini push-boð á telefonina, tá okkurt er. Tað er umráðandi, at borgarar loyva push-boðum frá vanganum.

 

Soleiðis verður sagt í Sunda kommunu í dag, og her verður lagt aftrat, at hetta er einfalt, trygt – og viðkomandi, sum tey málbera seg í kommununi.

 

- Boðini kunnu sendast til ávís øki ella bólkar av fólki, og boðini síggjast beinanvegin á telefonini. Talan er um smá tíðindi, sum ofta hava týdning her og nú.

 

Í roynd og veru merkir hetta, at Sunda kommuna kann røkka beint fram til teir borgarar, sum skulu hava boðini.

 

- Hetta kann eitt nú vera, um vatnið dálkað, ella tá streymurin skal sløkkjast. Tá kann borgarin fáa boðini beinanvegin á telefonina heldur enn at hoyra hetta í útvarpinum - ella við at leita á heimsíðuni hjá kommununi.

 

Men, fyri at fáa hesi snarboð á telefonina - uttan at skula rita inn á vangan - má borgarin loyva push-boðum frá vanganum, siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

 

 

Fyri at fáa snarboð - uttan at skula rita inn á vangan - má borgarin loyva push-boðum frá vanganum