Soleiðis verður spælt í kvøld

Fult umfar er í landskappingini í kvøld. Rás2 sigur frá dystinum millum Víking og HB

Fult umfar verður í føroysku fótbóltslandskappingini í kvøld. Hetta er seinasta umfarið fyri summarsteðgin. Greitt er, at B36 verður oddalið, tá liðini fara í summarferiu, men spurningurin er um leiðslan verður størri ella minni enn tey fimm stigini, sum eru niður til HB undan 15. umfarinum.

 

Rás2 fylgir øllum umfarinum tætt við størsta denti á dystinum í Sarpugerði millum Víking og HB. Rás2 hevur upptakt millum klokkan 16 og 17.  Dysturin í gøtu millum Víking og HB byrjar klokkan 19.

 

Soleiðis verður spælt í kvøld:

NSÍ – EB/Streymur (18.00)

B36 – ÍF (19.00)

AB – B68 (19.00)

Víkingur – HB (19.00) Beinleiðis á Rás2

Skála – KÍ (19.00)