Soleiðis verður veðrið á jólum

Føroyska veðurstovan roknar við hampuligum veðri á jólum

(Mynd: Ingi Sørensen)

Tað verður nakað av hvítum í luftini á jólum, men tað verður ikki liggjandi kavaveður.

 

Føroyska Veðurstovan roknar við, at hitin fyri tað mesta verður beint omanfyri frostmarkið, og tað verður lítið av avfalli. Onkur æl, sum kunnu vera við kava, verða tó. Annan jóladag veksur hitin upp í 4-8 stig.

 

Veðurstovan sigur, at í dag vera 3-8 m/s av eystri og landnyðringi. Skiftandi skýrák, men fyri tað mesta turt. Í kvøld og í nátt onkur æl, sum kunnu vera við vátakava. Hitin verður millum 2 og 6 stig. Í nátt kann tað verða kaldari í støðum.

 

Jólaaftan vera 5-10 m/s av eystri og landnyðringi, sum fer í landsynning. Skiftandi skýrák og turt. Í støðum koma einstøk æl, sum kunnu vera við vátakava. Hitin verður millum 1 og 5 stig.

 

Jóladag vera 5-10 m/s av landsynningi. Skiftandi skýrák og turt. Sum frálíður koma einstøk æl, sum kunnu vera við vátakava. Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Annan jóladag vera 8-13 m/s landsynningi. Samdrigið og ælaveður, kann vera við vátakava, men sum frálíður skýggjað og regn. Hitin veksur upp í 4 og 8 stig.

 

(Mynd: Ingi Sørensen)