DMI sigur, at mánadagin verða 8-10 m/s av suðri. Samdrigið og nakað av regni. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina turrari og eitt skifti klárt, men so aftur skýggjað.
Týsdagin 7-12 m/s av suðri og landsynningi, seinnapartin 3-7 m/s av útsynningi. Um náttina undir 5 m/s av suðri og landsynningi. Samdrigið og eitt skifti regn, um náttina turt. Hitin um dagin millum 10 og 12 stig, um náttina millum 7 og 9 stig.
Mikudagin verða undir 5 m/s av ymsum ættum. Samdrigið ella skýggjað og onkrar løtur fer at regna. Hitin um dagin millum 8 og 12 stig, um náttina millum 7 og 9 stig.
Hósdagin verða 6-10 m/s av landsynningi. Turt og sum frálíður nakað av sól. Út á náttina skýggjað og támut veður. Hitin um dagin millum 10 og 14 stig, um náttina millum 8 og 10 stig.
Fríggjadagin verða 6-10 m/s av landsynningi, um náttina 3-8 m/s. Skýggjað og nakað av regni, támi ella mjørki. Hitin um dagin millum 9 og 12 stig, um náttina millum 8 og 10 stig.
(Myndina tók Ingi Sørensen)