Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI roknar við hampuligum veðri um vikuskiftið.

 

Danska veðurstovan DMI roknar við, at veðrið verður hampuliga gott um vikuskiftið.

Dagurin í dag byrjar sambært DMI við 3-8 m/sek av norði ella landnyðringi, seinni 5-10 m/sek. Mest turt og sólglottar. Hitin millum 2 og 5 stig. Í kvøld og nátt 10-15 m/sek eitt skifti, seinni nakað minni vindur,5-10 m/sek. Skiftandi skýloft og møguliga okkurt kavaæl. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

Sunnudagin roknar DMI við 5-10 m/sek av norði og landnyðringi, sum fer í vestan og seinni í útsynning. Vindur veksur upp í 8-13 m/sek. Mest turt og klárt veður, men út á dagin meira skýggjað. Hitin kemur so líðandi upp millum 3 og 7 hitastig. 


(Mynd: Dávur Winther)